At tað so skuldi gerast Týskland er ikki ringasta valið heldur. Og helst hevur hetta valið størri týdning enn flestu megu gera sær far um. Fyri landsliðskassan hevur hetta sjálvandi alstóran týdning. Fyri áhugan og spenningin hevur hetta týdning, men tað hevur so enn ein týdning, og tað er fyri føroysku ferðavinnuna og harvið eisini flutningsvinnuna.
Bólkurin vit eru komin í er sum skræddaraseymaður til rutuna hjá Norrønu. Trý av londunumliggja á ella beint við rutuna hjá Norrønu. Hetta gevur Smyril Line góðar møguleikar, ikki minst tá talan verður um at marknaðarføra nýggja skipið. At Týskaland er við átti so at kunnað kveikt nýtt lív í vónirnar at fáa týskarar at ferðast hendavegin. Tað er eisini greitt, at tá tað verður sett fokus á, at minsta tjóðin í Europa skal spæla móti tí størstu, David móti Goliat, so er hetta at meta sum ókeypis reklama í Týskalandi fyri Føroyum. Vit fara at fáa ótrúliga nógva og vónandi góða umtalu í týsku fjølmiðlunum, tí er tað nakað, sum rørir hjartastreingir, ið nemur til tjóðskaparkensluna hjá fólki, so er tað fótbóltslandsliðið. So tað er ikki ov nógv sagt, at kombinatiónin føroyska og týska fótbóltslandsliðið er at meta sum ein gullhøna fyri føroysku ferðavinnuna.
Tað er ikki so langt síðani, at nógv orka varð løgd í at fáa týsk ferðafólk til Føroya. Men markanaðarføring er ótrúliga dýr og so er spurningurin, hvat tú fær burtur úr, tá avtornar ? er hon komin fram á rætta stað. Hetta nýtist tú als ikki at hugsa um, nú fótbóltslandsliðini gera alla marknaðarføringina fyri okkum. Skjótt fer hvør sál í Týskalandi at vita, hvar Føroyar liggja og hvat hetta okkara land hevur at bjóða teimum. So í veruleikanum átti fótbóltslandsliðið at staðið á eini serstakari konto á fíggjarlógini sum at: marknaðarføring av Føroyum.
Hetta hevur tí nógv at siga fyri bæði sjóvegis og ikki minst fyri loftvegis flutningin. Fyri Atlantsflog átti hetta at verið eitt upplagt høvi at marknaðarført bæði flogfelagið og landið. Felagið hevur jú samband við fleiri av londunum vit skulu kappast ímóti.
Vit mugu ikki lata okkum hetta frálíka høvi gleppa av hondum. Tí átti t.d. Ferðaráðið saman við øðrum impliseraðum at tikið stig til ein brainstormfund, har bert hetta eina málið varð á skránni: hvussu fáa vit brúkt føroysku luttøkuna í EM-kvalifiseringini í fótbólti til at marknaðarføra Føroyar og føroyska vørur. So einfalt er tað. So kemur restin av sær sjálvum. Vit hava longu fingið høvið forerandi. Vit kærdu okkara neyð, tá vit komu í bólk við lond sum Rusland. Nú vit hava fingið Týskaland áttu vit at sæð møguleikarnar.
Sosialurin.