Oddagrein· Løgmansrøðan

Løgmaður hevur hildið sína fyrstu nýggjársrøðu og staðfestast kann, at røðan á mangan hátt var áhugaverd og viðkomandi fyri fólk og vinnulív. Í røðu síni fegnaðist løgmaður eitt nú um forsetaskiftið í USA, løgmaður væntar sær nógv av Obama. Til samanberingar kann verða nevnt, at starvsbróður og partamaður løgmans í Danmark als ikki tók forsetaskiftið uppá tungu. At danski forsætisráðharrin ikki nevnir Barack Obama við einum orði, meðan flestu leiðarar kring heimin høvdu heilsanir til Obama í sínum røðum, er bart út sagt skomm fyri danska ríkið. So mikið meira eru orð løgmans um forsetasiftið í USA okkum til sóma.

Nýggjársrøða løgmans er jalig á mangan hátt, men har eru eisini nøkur atfinngarverd viðurskifti. Taka vit tað jaliga fyrst, so er allur tónin í røðuni bjartskygdur og soleiðis eigur tað at vera, um hugsað verður um umstøðurnar í samfelagnum. Vit fáa at vita, at Landsstýrið hevur lagt ætlan fyri, hvussu Føroyar sleppa gjøgnum fíggjar- og búskaparkreppuna so snikkaleyst sum gjørligt. Tiltøk eru sett í verk, og onnur átøk liggja fyri framman. Men synd er at siga, at løgmaður er víðari ítøkiligur við hesum tiltøkum.

 

Víst fáa vit at vita, at føroysku peningastovnarnir eru vorðnir partur í felags trygdarskipanini fyri peningastovnar í ríkisfelagsskapinum. Tað kann eisini bert vera gott, at landsstýrið hevur sum mál, at peningastovnarnir eisini fáa møguleika at gerast partur av næsta bankapakkanum fyri at fáa gongd aftur á búskapin. Tað er tó einki nýtt í hesum, og tað verður valla betri av, at løgmaður vil vera við, at tær neyðarsligu íløgurnar, sum eru øktar á fíggjarlógini fyri 2009 fara at byrgja upp fyri ov stórum búskaparligum sveiggjum. Hugskotið er í lagið, men her er talan um so smáar upphæddir, at hesar fara valla at fyribyrgja búskaparligum sveiggjum.

 

Vit bíða framvegis eftir støðulýsing, sum skal vísa, hvørji tiltøk eru neyðug. Álvaratos er hetta neyðugt? Einhvør kann við egnum eygum síggja, at tað er galið við fiskivinnupolitikkinum, at skip liggja, at arbeiðsloysið veksur og hvar tað veksur. Hartil kemur, at tað er torført at taka løgmann í álvara, tá hann talar um gransking, vitanarvinnur og aðrar alternativar vinnumøguleikar, tá samgongan við júst samtyktu fíggjarlógini hevur minkað um fíggjarliga tilfeingið hjá teimum sektorum, ið mynda fortreytirnar fyri hesum vinnum. Nøkur viðurskifti eru tó so eyðsýnd, at tað ikki skuldi verið neyðugt at bíða eftir nevndu útgreiningum. Tað er kanska ein ásannan av hesum, at arbeitt verður við at fáa føroyskum fyritøkum møguleika at brúka skipanir hjá danska Eksport Kredit Fonden. Her verður nomið við júst ein stóran og aktuellan vinnutrupulleika nevniliga at fáa fíggjarliga trygd fyri vørum og tænastum, ið skulu útflytast. Men politiskt man henda loysn fara at fella mongum fyri bróstið, tí hon gongur beint í móti teimum sjálvbjargnismálum, sum samgongan og ikki minst andstøðan hava sett sær. Hóast røðan sostatt hevur síni lýti, er samanumtikið talan um eina nýggjarsrøðu yvir meðal í dygd.

Sosialurin