ODDAGREIN: Álitið á landssjúkrahúsið

Tær ákærur, sum Bill Justinussen, løgtingsmaður setir fram imóti landssjúkrahúsinum, eru heilt óvanliga grovar og sera álvarsamar. Tingmaðurin vil vera við, at dømi eru um, at sjúklingar, sum kommunulækni sendir á Landssjúkrahúsið í bráðskundi við sjúkrabili, verða sendir heim aftur uttan viðgerð. Hetta er ein av fleiri álvarsligum skuldsetingum, sum verða settar fram ímóti læknunum á Landssjúkrahúsinum. Tá ið Løgtingið kemur saman aftur í næsta mánaða, fer løgtingsmaðurin at spyrja landsstýrismannin í heilsumálum nakrar sera hvassar spurningar um tænastustøðið á okkara høvuðssjúkrahúsi.

Í hesum samabandi vil Bill Justinussen vera við, at sjúklingaviðgerðin á Landssjúkrahúsinum er merkt av líkasælu, tilvild og vantandi læknaligum dugnasemi. Bill fer at spyrja, um landsstýrismaðurin veit, at nógvir sjúklingar ikki hava álit á, at Landssjúkrahúsið er ført fyri at veita neyðugu viðgerðina, og tí heldur vilja fáa viðgerð aðrastaðni . Hann vil eisini hava at vita um Hans Pauli Strøm veit av, at deyðiliga sjúk, verða vend í hurðini á Landssjúkrahúsinum og send heimaftur, hóast tey eru ávíst hagar av kommunulækna og landsstýrismaðuirnveit av, at sjúklingar við álvarsligum sjúkum, verða sendir heimaftur uttan viðgerð av tí at samskifti ímillum læknar og aðrar starvsbólkar á Landssjúkrahúsinum er ov vánaligt?

Her er tala um helt óvanliga hvassar atfinningar at einum almenum stovni. Viðkomandi landsstýrismaður Hans Pauli Strøm er týðuliga illa við av teimum skakandi skuldsetingunum. Hann heldur, at kann løgtingsmaðurin ikki føra ítøkilig og óreingilig prógv fram fyri sínum ákærum ímóti Landssjúkrahúsinum, er tað rættiliga álvarsamt fyri hann. Landssjúkrahúsið er ein ógvuliga týðandi stovnur í okkara samfelag og tað er ein stovnur, sum fólk mugu og skulu hava fult álit á. Kann hann ikki prógva sínar skuldsetingar, er tað rættiliga álvarsamt fyri løgtingsmannin, tí hann oyðileggur trúvirðið hjá einum stovni, sum fólk mugu kunna hava álit á, og tað er álvarsamt fyri ein politikara. Men kann Bill Justinussen hinvegin prógva sínar skuldsetingar, er tað álvarsamt fyri landssjúkrahúsið, leggur Hans Pauli Strøm afturat. Hetta er eitt sera løgið mál, og landsstýrismaðurin, sum týðuliga tekur hetta mál í størsta álvara, má ger alt,sum gerast kann, til tess at fáa greiði á hvat hetta snýr seg um. Her stendur nógv uppá spæl: álitið á Landssjúkrahúsið, álitið á Løgtingið og álitið á landsstýrismannin.