ODDAGREIN: Okkurt miðvíst gerast

Hóast tað ikki verður stillað upp politiskt í øllum teimum størru bygdunum, so vísir kommunuvalið greitt, at tjóðveldislistarnir høvdu eitt gott val, meðan tað gekk minni væl hjá Javnaðarflokkinum sum heild. Men á Tvøroryi gjørdist hann aftur tann størsti flokkurin, hóast hann ikki fekk meirilutan.

 

Í Havn, Klaksvík, Vági og í Fuglafirði hevði Tjóðveldisflokkurin eitt stak gott kommunuval. Tað tykist tí greitt, at Tjóðveldisflokkurin fær býráðsformenninar í Klaksvík, Vági og Fuglafirði. Í Havn er støðan eitt sindur ógreið enn, hóast valið í høvuðsstaðnum var ein álitisváttan til sitandi borgmeistaran út Tjóðveldisflokkinum.


Nú eru tað nógv sum siga, at kommunuval hevur einki við landspolitikk at gera. Men tað er bæði rætt og ikki. Vit hava sæð seinastu árini, at í hvussu er býirnir hava størri og størri leiklut í landspolitiskum høpi. Harafturat kemur, at fleiri málsøki verða løgd út til kommunur at umsita. Tí fer kommunalpolitiska økið at fevna um nøkur stór politisk mál at gera, eitt nú innan almanna- og eldraøkið. Og tá er tað gott at hava politisk tilvitandi fólk í bý- og bygdaráðum.


Eisini eiga vit at hugsa um spurningin, um kommunur verða lagdar saman. Verður uppskotið at leggja saman framt í verki, hevur tað eisini týdning, at politiska arbeiðið í stórkommununum er væl skipað við góðum fólkum.

Sjálvt um vit síggja vit burtur frá landspolitiska týdninginum, so hevur tað eisini týdning fyri flokkarnar kortini, at teir stilla upp politiskt, og at teir stilla upp við fólkum í fremstu røð. Tí klárar ein bygdaráðs- ella býráðsformaður seg væl, kann tað eisini fáa týdning í landspolitiskum høpi. Hann kann fáa eina góða upplæring í kommunalpolitikki, sum so eisini kann verða landspolitikki at gagni. Tað hava vit sæð áður. Harafturat kann viðkomandi draga atkvøður til flokkin við eitt løgtingsval.


Ikki skerst burt, at bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu eitt gott val í høvuðsstaðnum og kunnu skipa eina borgarliga samgongu einsamallir. Men eitt annað boð er eisini, at verandi samgonga við Tjóðveldisflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum heldur fram. Hon hevur virkað væl og gott er at hava eina samgongu tvørtur um miðjuna. Skal henda samgonga skipast, stendur Sambandsflokkurin til at fáa borgmeistaran sum størsti flokkur. Ein annar møguleiki er so at skipa eina breiða samgongu, sum Javnaðarflokkurin hevur mælt til.


Samanumtikið eiga javnaðarfeløg ella flokkurin at umrøða og greina valið, og spyrja, hví tað ikki gekst betur. Tí skal flokkurin fáa størri ávirkan í kommunalpolitikki má nakað miðvíst gerast. Tað vísti bý- og bygdaráðsvalini týsdagin til fulnar.


Sosialurin