Sjálvandi sigur Helgi Abrahamsen nei til at geva samkyndum foreldrum somu rættindi, sum øll onnur foreldur nátúrliga hava.
Hann er partur av samgongu, sum er ímóti at kvinnur kunnu giftast kvinnum og menn giftast monnum. Og sum Bill Justinussen sigur, so er hetta eitt mál, sum samgongan hevur arvað frá undanfarnu samgongu. Tí kann tað ikki koma óvart á nakran, at svarið úr Tinganesi er eitt tvørt nei til at geva samkyndum nøkur rættindi afturat.
Øll tingfólkini hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum, sum eisini sótu á tingi í seinasta valskeiði, atkvøddu ímóti at geva samkyndum loyvi at giftast. Tað vóru bara tveir tingmenn úr Sambandsflokkinum, sum atkvøddu fyri, og hvørgin teirra situr á tingi í dag.
Hinvegin atkvøddi allur Javnaðarflokkurin – og harvið eisini allur Sjálvstýrisflokkurin í dag – fyri, eins og alt Tjóðveldi og Framsókn. Tað vil siga, at allir andstøðuflokkarnir eru 100 prosent fyri at loyva samkyndum at giftast, meðan øll samgongan er 100 prosent ímóti.
Tí er tað kanska løgið at ilskast inn á Helga Abrahamsen og leggja hann undir at føra politikk fyri Miðflokkin. Tí tað ger hann ikki. Hann førir sama politikk, sum Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin eisini ynskja – sjálvt um borgarstjórin í Havn, sum atkøvddi ímóti hesum í Løgtinginum, var tann fyrsta at gifta tveir menn. Harvið hevur Fólkaflokkurin skrivað søgu við at vera tann fyrsti at gifta samkynd og harvið loypa frá sínum egna politikki á økinum.
Men vit eru á eini glíðibreyt. Tað er rætt. Summi halda tað vera ein trupulleika, meðan onnur halda, at glíðibreytin er púra nátúrlig og hevur verið tað líka síðani Adam og Evu.
Helgi Abrahamsen glíður við. Tað ger Miðflokkurin eisini og Jógvan á Lakjuni, tí annars høvdu teir longu havt rullað lógina aftur, so samkynd ikki sleppa at giftast – og ikki bara snakkað um tað.
So samkynd fara at fáa rættindi sum onnur. Tað er bara ein spurningur um tíð. Men fólkið valdi á síðsta vali eina homofobiska samgongu, sum ikki vil tað. So stutt er tann søgan.