Eyðkenni fyri tíðina er, at ferðin er stór, og at tað gongur við alt størri ferð. Ikki minst í fjølmiðlaverðini kenna vit støðugt trýstið av tíðar veruleikanum, ið kanska onga staðni er so sjónskur, sum hann er í okkara høpi.
Vit hava knívin á barkanum. Kravið er, at vit bæði skulu skunda okkum, og at vit skulu røkka so langt og djúpt og vítt, sum vit ongantíð áður hava gjørt tað. Tað er hesin veruleikin, sum minnir um at hava knívin á barkanum. Tað ljóðar ikki so hugnaligt at vera í sovornari støðu. Men um vit skulu siga sum er, so trívast við væl í hesi støðuni. Vit eru alt fleiri, sum arbeiða á blaðnum, og gerandisdagurin er eyðkendur av góðum hýri og fjøltáttaðum uppgávum.
Alla staðni frá hoyrist um, at tað er kveikjandi og sunt, tá ið kappingin er stór. Serliga gott verður hetta sagt at vera fyri brúkaran.
Í føroyska fjølmiðlaheiminum hevur kappingin ongantíð verið størri, enn hon er tað nú. Umstøðurnar og fyritreytirnar broytast støðugt og skjótt. Um hugsningur skal vera um at fylgja við, so ræður um at liggja í fremstu røð og at hava allar antennir uppi fyri at fanga rákið, og fyri at vera tilvitaður um, hvat kappingarneytarnir gera og hava í kvittanum, og hvørji krøv og ynskir brúkarin setur.
Sosialurin hevur síðstu árini verið í stórari menning, og vit hava framvegis nógvar ætlanir. Tá ið vit fyri rúmliga tveimum ára tíggjum síðani fluttu út á Argir, varð tað roknað sum stórt framstig. Tað bar møguleikar við sær fyri at økja um síðutalið, og tað bar við sær, at Sosialurin sum fyrsta blaðið í Føroyum varð givin út fimm ferðir um vikuna.
Nú er hetta sjálvfylgja. Hvørki vit ella brúkararnir kundu ímynda sær, at blaðið ikki kom út hvønn vanligan yrkadag. Heldur er spurningurin, um blaðið skal koma fleiri enn fimm ferðir út um vikuna.
Júst tann spurningin hava vit ikki tikið støðu til. Men Sosialurin hevur seinastu árini staðið fyri stórum avbjóðingum, og vit hava roynt og fara at royna at taka við teimum. Tað er neyðugt, tí um vit seta okkum upp aftur á og halda tað standa væl til, so verður beinanvegin talan um afturgongd. Sosialurin var fyrsti miðilin, sum varð givin í internetútgávu. Henda tænastan hevur ment seg eitt nú við, at vit eisini geva út serstaka netútgávu til sjófólk kring allan heim, nevnd Skipssosialurin.
Møguleikarnir og avbjóðingarnar vóru orsøk til, at vit støðugt og í fleiri ár hugsaðu um, hvussu tað skuldi bera til at betra um fysisku karmarnar. Dreymurin gjørdist til veruleika, tá ið tað eydnaðist at leiga húsini í Vágsbotni, sum vit nú húsast í. Nú hava vit verið her í Vágsbotni í eitt stórt ár. Fyri okkum, sum arbeiða her, hevur hetta verið framúr broyting, og viðskiftafólkini, sum vit hava fingið alt tættari samband við, hava aftur og aftur givið til kennar, at tey halda taluna vera um plettskot, at vit nú halda til her.
Vit kunnu ikki annað enn vera samd í hesum sjónarmiðnum. Tað var gamalt, at bløðini áttu at halda til í miðbýnum í høvuðsstaðnum. Hetta varð sagt, tá ið samskiftismøguleikarnir vóru so nógvar ferðir vánaligari, enn teir eru nú. Tá ráddi um at vera tætt uppat, har tað gekk fyri seg. Á Argjum kendu vit okkum væl, og tað gjørdist hópin lættari, tá ið tað bar til at senda tekst og myndir og alt annað umvegis faksið og seinni netið. Men nú vit hava verið í miðbýnum í eitt ár, er tað lætt at staðfesta, at tað er vorðið væl lagaligari hjá okkum at arbeiða og at gera blað, nú vit aftur eru í býarkjarnuni í høvuðsstaðnum.
Í okkara verð er stóra takið interaktiviteturin. Tað vil siga, at nú er tað ikki nóg mikið, at blaðið verður borið lesarunum. Nú skal samskiftið millum blaðið og lesaran ganga báðar vegir, og í tí sambandinum verða fleiri miðlar nýttir.
Vit húsast í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Navnið er tilvitað valt. Tað undirstrikar veruleikan, sum er, at vit nú arbeiða við fleiri miðlum. Nú eru tað longu nógv ár síðani, at Sosialurin fór í samstarv við Føroya Tele. Vit hava røkt og røkja tíðindapartin av portal.fo. Hetta hevur verið fínt samstarv, og tað er eingin orsøk at rokna við øðrum, enn at hetta fer at halda fram.
Eingin føroyingur nýtist at vera óvitandi um, at Sosialurin hevur skift eigara. Javnaðarflokkurin seldi í vár blaðið. Leiðslan og starvsfólkini á blaðnum eiga nú 66 prosent av partapeninginum, og Føroya Tele eigur 34 prosent.
Vit fegnast um nýggja veruleikan av fleiri orsøkum. Ein er, at vit nú ikki eru knýtt at einum politiskum flokki. Hóast tað seinastu tjúgu árini hevur verið arbeitt stútt og støðugt við at broyta Sosialin frá at vera politiskt heft blað og til at vera óheft tíðindablað, so hevur ikki borið til at sloppið undan veruleikanum, sum hevur verið, at Javnaðarflokkurin hevur átt blaðið. Nú eigur eitt privat partafelag blaðið, sum verður rikið eftir handilsligum treytum.
Nýggi veruleikin ger tað uppaftur meiri neyðugt at liggja frammarlaga og harvið at síggja, hvørjir møguleikar eru, og hvussu teir taka seg upp. Setningurin er at fáa fyritøkuna at mennast undir handilsligum treytum og samstundis at fremja og stuðla menningina av samfelagnum á ein slíkan hátt, at tað styrkir rættarsamfelagið, fólkaræðið, samhaldsfestið og virðing millum menniskju.
Høvuðsproduktið er framvegis blaðið. Tað verður støðugt arbeitt við at betra tað. Setningurin er at fevna um øll evni í orðaskifti, reportasjum og tíðindagreinum og um alt landið. Hóast høvuðssætið er Miðlahúsið í Vágsbotni, so hava vit framvegis lokalredaktiónir í Klaksvík og í Suðuroy. Betraða samferðslukervið ber við sær, at vit hava møguleika at vera til staðar kring alt landið, og tað miðja vit eftir at vera eitt nú við Rullandi Redaktiónini, hvørs endamál er at kunna vera sjónlig alla staðni alt árið og harvið kunna endurspegla gerandisdagin hjá flest øllum føroyingum.
Miðlahúsið er síðsta árið vorðið partur av føroyska samfelagnum. Hvørja viku eru tiltøk á skránni. Tey eru av øllum handa slag, og tað fegnast vit um.
Málið er, at Sosialurin, Portalurin og Miðlahúsið í Vágsbotni á fleiri miðlapallum skulu vera sera sjónskur partur av føroyska samfelagnum. Tað er stór avbjóðing. Vit kenna okkum støðugt hava knívin á barkanum fyri at liva upp til málið fyri tænastum, sum vit hava sett okkum fyri at veita lesarum og lýsarum. Vit trívast í hesum leiklutinum, og vit vóna, at støðugt vaksandi viðskiftaskarðin framvegis fer at taka undir við okkum.
Gott summar og góða summarkapping saman við Sosialinum!