Tað er sjálvsagt í so tíðliga at meta um politikkin, men nakað bert tað tó til at siga um rikna politikkin. Á uttanríkspolitiska økinum tykist landsstýrið at hava havt hepna hond, serstakliga við atliti at ES og við at seta eina nýggja trygdarpolitiska dagsskrá. Í sjálvstýrismálinum hevur verið sera friðarligt og tykjast allir flokkar innast inni at vera samdir við hugsjónina um breiðu tjóðskaparliga semjuna hjá smgonguni. Størsta málið hevur verið tann nýggja fíggjarlógin. Samgongan legði út við enn fleiri sparingum, enn gamla samgonga longu frammanundan hevði mælt til við sínum fíggjarlógaruppskoti.
Hesin sparipolitikkur stendst helst av ynski samgongunnar um ikki at hækka skattir og avgjøld. So hendi tað, at ein samd fíggjarnevnd uttan um landsstýrið mælti til uppaftur fleiri skerjingar. Hetta førdi til fyrstu beinleiðis innanhýsis kreppuna í samgonguni. Landsstýrismenn gjørdu vart við, at skerjingarnar vóru so ógvusligar, at tær gingu út yvir tann politikk, ið teir høvdu sett sær fyri at reka við støði í samgonguskjalinum. Sum kunnugt kom til skarpskeringar og endin á hesum máli gjørdist tann, at fíggjarnevndarlimir samgongunnar boygdu seg og upprunaliga uppskotið hjá Bárði Nielsen varð í ávísan mun samtykt.
Tað, sum hendi í fíggjarnevndini, var áhugavert, tí tað var úrslit av eini sera áhugaverdari strategi hjá størra andstøðuflokkinum. Hesin flokkur hevur rikið ein sera semjusøkjandi politikk, síðan nýggja samgongan tók við. Hesin politikkur hevur eydnast so væl, at andstøðan í stóran mun hevur sett politisku dagsskránna á løgtingi. Hetta kann tykjast ein demokratisk gongd. Hetta kann tykjast sum tann heilt breiða politiska semjan. Men í roynd og veru kundi hesin politikkur eisini skiljast sum ein roynd at spjaða samgonguna, við tað at landsstýrið ikki fekk sett politisku dagsskránna. Tað man vera hetta rákið, sum fekk samonguleiðarar at sláa bakk og steðga hesum rákinum. Sæð frá samgongusíðu var tað skilagott, serstakliga tí tær skerjingar, sum andstøðan hevði fingið fíggjarnevndina at mæla til vóru ov ógvusligar. Eitt nú skuldi lærdi háskúli okkara, Fróð.skaparsetrið steðgast í síni menningartilgongd. Nú kemur so eitt tíðaskeið, har landsstýrissamgongan veruliga skal vísa, hvat tað er hon vil. Tað fáa vit at síggja, tá løgmansrøðan og fíggjarlógaruppskotið fyri 2005 koma á borið. Tað eru tó fleiri mál, bæði negativ og positiv fyri samgonguna, sum kunnu viðgerast her, men tey venda vit aftur til. Eitt nú er tað sera óheppið at skerja játtanir til Menningarstovuna og Oljufyrisiting, ið nettupp skulu fáa búskapinum fleiri bein at standa á.
Sosialurin