At landsstýrisfólkini ikki arbeiða og tosa saman, áðrenn tey taka avgerðir, sum raka økini hjá hvørjum øðrum, er samgonguni til lítlan sóma. Sjálvandi eigur fíggjarmálaráðharrin at ráðføra seg við vinnumálaráðharran, tá hann tekur eina so kollveltandi avgerð sum at steðga søluni av øllum tollfríum sigarettum. Sjálvandi eigur hann at spyrja hana um tær avleiðingar hetta fær fyri hennara málsøki. Tað hevur einki at gera við tann heilsupolitikk, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur sett út í kortið á hesum øki. Fíggjarmálaráðharrin veit, hvønn týdning sølan av tollfríum sigarettum hevur fyri partar av vinnuni. Almenni stovnurin Samvit, sum hevur ta týðandi uppgávuna at vera við til at menna føroyskt vinnulív, hevur fleiri ferðir roynt at ávara landsstýrismannin um avleiðingarnar av ultimativu avgerð hansara. Mongu fyritøkurnar í ferðavinnuni hava gjørt vart við hetta og landsstýriskvinnan í vinnumálum hevur roynt at sannføra starvsfelagan um sera óhepnu avleiðingarnar av hesum.
Men einki rínur við Karsten Hansen. Vit hava sjálvandi virðing fyri politikarum, sum hava vilja og dirvi til at taka kontantar avgerðir. Men hetta málið hevur als einki við tað at gera. Tvørturímóti er henda avgerð hansara eitt lykladømi um ein landsstýrismann, sum ikki virðir samstarv og samgongustev og dialog ella tey mongu, sum royna at halda lív í vinnulívinum her á landi. Vit hava fyrr hoyrt, hvussu nettupp Karsten Hansen hevur gjørt sær dælt av yvirfyri sínum veljarum í Miðflokkinum als ikki at virða demokratisku spælireglurnar, sum m.a. eru at spyrja og lurta eftir øðrum ikki minst í sínum egna baklandi, hinum landsstýrisfólkunum fyri ikki at tala um vinnuna.
Á hesum stað í gjár róstu vit løgmanni fyri at hava tikið upp táttin at vera við til at marknaðarføra føroyskt vinnulív, men vit mugu so í sama viðfangi viðganga, at í hesum máli hevur hann ikki megnað at fáa síni landsstýrisfólk at skilja, at tey kunnu ikki arbeiða í sjálvdrátti í málum, sum skaða sama vinnulív, ið løgmaður roynir at hjálpa og stuðla. Vit kunnu so bara vóna, at bæði løgmaður og landsstýrisfólk læra av hesum. Tvs. at landsstýrisfólk kunnu ikki einvíst taka avgerðir, sum skaða øki hjá øðrum landsstýrisfólkum, uttan at hesi hava fingið fyrilagt málið og kunnað gjørt vart við sína støðu. Soleiðis sum Karsten Hansen hevur borið seg at í hesum málinum, so kunnu vit bert staðfesta, at hann leggur sektina á, hvat onnur landsstýrisfólk hugsa og halda og ikki minst, hava ábyrgd fyri. Tað er ein óhaldbar støða hjá flokkum, sum saman vilja vera við til at menna og útbyggja hetta landið. Og hetta er nakað, sum stjórnarleiðarin ikki átti at góðtikið.
Sosialurin