Byggivinnan kann tí rokna við at fáa úr at gera.
Sum víst verður á í »Vinnuni« inni í blaðnum í dag, so skulu milliardaupphæddir brúkast, og longu í ár er ein milliard krónur í almennum íløgum í bygningum, vegum og tunlum.
Vit hava í dag eitt yvirlit yvir størstu íløgurnar í byggivinnuni í dag.
Tann leingi væntaði skúladepilin við Marknagili er endiliga farin av bakkastokki og í hesum føri skulu 515 milliónir brúkast yvir fimm ár. Í ár skulu 149 milliónir brúkast til hesa byggiætlaninia, og stjórin í TG Verk, sum stendur fyri byggjarínum, sigur við blaðið í dag, at hann fyrireikar seg til, at hann skal brúka útlendska arbeiðsmegi.
Av øðrum stórum byggiætlanum kunnu vit nevna risastóru íløguna hjá Bakkafrost upp á 1,1 milliard krónur yvir fimm ár, har 280 milliónir skulu brúkast í ár.
Uppsjóvarvinnan byggir eisini í ár. Í Fuglafirði byggir Pelags nýtt virki fyri 200 milliónir – sum skal standa klárt í summar.
Samstundis sum alt hetta er í gongd, so brúka útlendsk oljufeløg við Statiol á odda hálva aðru milliard til at leita eftir olju á landgrunninum bara í summar. Hetta kastar 2-300 milliónir av sær til føroyska samfelagið.
Gevur henda leitingin úrslit, so fer tað næstu árini sambært Magna Laksafoss at skapa eini 600 nýggj arbeiðspláss og økja fólkatalið við eini 2.000 fólkum – og annars kasta av sær upp til níggju milliardir krónur til føroyska landskassan.
Arbeiðsloysið er longu komið niður á 4,1 prosent, og tá byggivinnan longu fyrireikar seg upp á útlendska arbeiðsmegi, so eru tekin um ein heitan búskap. Samstundis hava vit nógvar føroyingar, sum arbeiða uttanlands og sum tilsamans tjena eina milliard krónur.
Arbeiðsgevararnir vísa á, at trupult er at fáa útlendska arbeiðsmegi, og vilja teir gera tað smidligari, skjótt at fáa útlenskar hendur til arbeiðis í Føroyum.
Hetta eru góð tekin – men tað krevur eisini, at vit politiskt leggja tað væl til rættis. Í einum heitum búskapi er avbjóðingin at halda prísinum niðri. Gera vit ikki tað, so fara metingarnar ikki at halda, og so verða allar verkætlanirnar munandi dýrari.