Oddaliðini greiddu sínar skyldur

Hvonndeildin: Neistakvinnur máttu tó slíta fyri sigrinum

Tveir dystir eru spældir í Hvonndeildini í dag. Felags fyri báðar dystirnar var, at tað vóru botnlið, sum tóku ímóti oddaliðum. Í høllini á Skála var dystur ímillum StÍF og Kyndil, meðan Stjørnan tók ímóti Neistanum í Klaksvík.

 

Oddaliðini bæði, Kyndil og Neistin, vunnu sum væntað favorittsigrar. Ongin slingur var í valsinum hjá kyndilskvinnum, sum trygt vunnu 26-18 ímóti strandingum. Hálvleiksstøðan í dystinum var 13-7 til Kyndil.

 

Merkisvert var, at greiður toppskjútti hjá Kyndli gjørdist bert 16 ára gamla Súna Krossteig Hansen. Hon skoraði sjey mál.

 

Greiður munur hevur verið í undanfarnu dystunum í hesum kappingarárinum ímillum Stjørnuna og Neistan, men soleiðis var ikki í dag. Stjørnan gav neistakvinnum dygga mótstøðu, og í hálvleikinum var munurin ongin, tá ið liðini fóru í steðg við støðuni 11-11. At enda dróð Neistin tó longra stráðið og vann tepran sigur áljóðandi 25-23.

 

Úrslitini merkja, at bæði Neistin og Kyndil eru greitt á odda í deildini - høvuðsstaðarfeløgini hava bæði 24 stig. Tað eru 11 stig niður til VB á triðja plássið, seks dystir og 12 stig eftir at spæla um, og hetta merkir, at Neistin og Kyndil matematiskt kunnu tryggja finalupláss síni við sigri í sínum komandi dysti.

 

Stigatalvan í Hvonndeildini er stendur niðanfyri. Klombran tilskilar, hvussu nógvar dystir liðini hava spælt.

 

1. Neistin 24 stig (14)

2. Kyndil 24 stig (14)

3. VB 13 stig (13)

4. VÍF 11 stig (13)

5. StÍF 4 stig (13)

6. Stjørnan 4 stig (13)

 

Málskjúttarnir frá dagsins dystum vóru hesir:

 

StÍF - Kyndil 18-26 (7-13)

 

StÍF: Ninna Katrin Johansen 4, Paula D. Berg 3, Bára B. Danielsen 3, Durita Hummeland 3, Sunfríð B. Johansen 2, Birna Johannesen 2, Guðrun Gærdum 1. 

 

Kyndil: Súna Krossteig Hansen 7, Turið Arge Samuelsen 4, Bjarta O. Johansen 4, Bára Krossteig Hansen 4, Anja Eliasen 3, Birita Mortansdóttir 1, Gudrun Restorff 1, Anja Hammer 1, Guðrið G. Eystberg 1.

 

 

Stjørnan - Neistin 23-25 (11-11)

 

Stjørnan: Jansy Jacobsen 6, Tóra Eliasen 6, Hervør Hansdóttir 3, Una Váðklett 2, Judith Jacobsen 2, Sonja Lava Sirdal 2, Mina Sirdal 1, Jórun B. Nielsen 1.

 

Neistin: Bára Hansen 6, Birita Ingolfsdóttir 5, Marjun F. Danberg 3, Ása Dam á Neystabø 3, Brynja Høj 3, Fríða á Dunga 2, Lilja Mohr 1, Eir Berg 1.