Hóast BP metir sannlíkið fyri at gera eitt fund vera 10%, so eiga vit at minnast til, at felagið her vil vera varið við sínum metingum, nú tað metti so skeivt, tá tað boraði fyrsta brunnin fyri nøkrum árum síðani. Eisini er talan um eitt sera ókent leitiøki, og tá er váðin altíð stórur. Men við útsøgnunum frá Statoil um, at møguleikin fyri at raka við er størri, tess longur niður verður borað, hevur BP avgjørt fingið góðan stuðul. Á ráðsstevnuni beyð Statoil sær at lata BP upplýsingar frá síni boring í fjør, sum so kunnu gagna boringini í summar. Afturfyri skal Statoil so fáa upplýsingar frá hesi boringini, og teir kunnu so aftur gagna Statoil í sínum framtíðar leitivirksemi á landgrunninum.
Hóast vit fingu nógv at vita um bæði Brugduna og William, so varð Rosebankfundið bretsku megin markið tað, ið fekk mestu positivu umrøðuna, tí hetta oljufundið kann fáa positiva ávirkan á framtíðar leiting við Føroyar. Í løtuni verða boraðir tríggir brunnar har, sum skulu siga okkum meira um støddina og hvussu tætt upp at markinum fundið gongur. Ein útbygging til oljuframleiðslu á hesi leið fer heilt givið at fáa stóran týdning fyri leitingina og møguliga útbygging okkaru megin í framtíðini.
Vit fingu eisini at vita, at tað gongur móti ljósari tíðum, hvat brunnum á Atlantsmótinum viðvíkur. Tað verður munandi lættari at fáa boriskip og –pallar til hesa leiðina komandi árini, og kunnu vit rokna við vaksandi leitivirksemi longu í 2008 og 09.
Ráðstevnan setti eisini fokus á leiklutin hjá føroyskum ídnaði og varð útmeldingin hjá landsstýrismanninum í oljumálum púra greið. Keikanturin verður varðveittur, soleiðis at føroyskt vinnulív framhaldandi sleppur at vera við í virkseminum. Vit hoyrdu eisini, hvussu gongur hjá fleiri av teimum fyritøkunum, sum hava ment sítt virksemi sum part av oljutilgongdini. Tað stendur greitt, at hóast ikki dropin av olju er komin upp úr undirgrundini enn, so hevur avleidda virkssemið av leitingini, longu ment mong nýggj arbeiðspláss og skapt munandi inntøkur til samfelagið. Vit kunnu tí í dag staðfesta, at føroyski oljuídnaðurin er við at festa røtur, og tekin eru til, at hesin parturin av vinnulívinum er komin fyri at verða, nú vit eisini vaksa um okkara virksemi uttanfyri landoddarnar. Verður eitt fund gjørt í ár ella í 2008, so er greitt, at hesin parturin fer at gerast enn meiri týðandi í samlaða samfelagsmyndini.
Sosialurin