Klokkan 19.15 í kvøld bíðar ein stór og tórfør uppgáva hjá føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti.
Tá spæla Føroyar HM-undankappingardyst ímóti Íslandi á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Íslendingar hava eitt sterkt kvinnulandslið, sum á tveimum sinnum hevur vunnið seg til eitt EM-endaspæl, og tær eru eisini risafavorittar til at vinna ein heimasigur í kvøld.
Hægsta oddsið nøkur altjóða veddingarfyritøka bjóðar er 1,01. T.v.s. veddarin fær eina krónu um hann ella hon setir 100 krónur á íslendskan sigur. Tvær veddingarfyritøkurnar eru so vísar í íslendskum sigri, at tær bjóða ikki nøkur odds uppá ein íslendskan sigur.
Oddsini uppá sigur til føroyska kvinnulandsliðið sveiggja nógv. BWIN bjóðar "bara" odds 23 uppá føroyskan sigur í kvøld, meðan BetFair bjóðar heili odds 114,05 uppá føroyskan sigur.
Oddsini uppá, at Føroyar megna javnleik ímóti Íslandi í kvøld liggja millum odds 9,52 og 47,55.
Oddsini hjá altjóða veddingafyritøkum uppá HM-undankappingardystin millum Ísland og Føroyar eru hesi:
VEDDINGARFYRITØKUR: | 1 | X | 2 | ||
---|---|---|---|---|---|
bet-at-home | 1.01 | 9.52 | 36.86 | ||
bet365 | http://www.betexplorer.com/bookmaker/11/http://www.bet365.com/dl/~offer?affiliate=365_021894 | 1.01 | 26.00 | 34.00 | |
BetVictor | 1.01 | 13.00 | 19.00 | ||
bwin | 1.01 | 15.00 | 23.00 | ||
Interwetten | 1.01 | 11.25 | 44.00 | ||
Sportingbet | 21.00 | 34.00 | |||
youwin | 21.00 | 34.00 | |||
Betfair Exchange | 1.01 | 47.55 | 114.05 | ||
Gjøgnumsnitsodds | 1.01 | 17.30 | 34.31 |