Oddsini millum EB/Streym og B68 eru púra jøvn

Her eru oddsini upp á dystin EB/Streymur-B68

Seinnapartin klokkan 15 byrjar dysturin við Margáir í Streymnesi í Meistaradeildini hjá monnum millum EB/Streym og B68.

 

R2 hjá Televarpinum vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. 

 

Tá liðini hittust á Svangaskarði á Toftum 3. mai endaði tað við javnleiki 1-1.

 

B68 er nummar sjey í deildini við 12 stigum, og EB/Streymur er nummar níggju við níggju stigum. 

 

Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin við Margáir eru púra jøvn.

 

Oddsini upp á heimasigur til EB/Streym liggja millum 2,28 og 2,57.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,00 og 3,50.

 

Oddsini upp á útisigur til B68 liggja millum 2,40 og 2,63. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##