Oddsini millum Georgia og Føroyar eru púra jøvn

Her eru oddsini upp á HM-undankappingardystin Georgia-Føroyar

Seinnapartin klokkan 14.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið HM-undankappingardyst móti Georgia á David Petriashvili leikvøllinum í Tblisi.

 

Tá liðini hittust á Tórsvølli 18. apríl vunnu Føroyar 1-0. Anna Brændstrup skoraði sigursmálið heilt móti dystarenda. 

 

Vinna Føroyar á Georgia, og laga úrslitini í hinum bólkunum seg, so sleppa okkara at spæla røkkstøkk dystir um at sleppa til HM-endaspælið í Brasil, ið verður leikt á sumri komandi ár.

 

Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin eru púra jøvn.

 

Oddsini upp á georgiskan heimasigur liggja millum 2,40 og 2,60.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 2,48 og 3,20.

 

Oddsini upp á føroyskan útisigur liggja millum 2,46 og 2,75. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##