Í kvøld klokkan 19 verður útsetti dysturin í triðja umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum leiktur í Sarpugerði í Norðragøtu.
Víkingur tekur móti HB, ið vann fýra kappingardystir móti Víkingi í 2025.
Dysturin verður vístur á Rás1 hjá Televarpinum, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin eru næstan jøvn. Tó hella oddsini eitt lítið vet til ein HB-sigur.
Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 2,50 og 2,92.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,10 og 3,60.
Oddsini upp á útisigur til HB liggja millum 2,01 og 2,45.
HER eru oddsini:
##med2##











