Í dag er lítið av nýggjum komið fram um 15 ára gomlu norsku gentuna, sum gjáramorgunin varð funnin deyð á Gran Kanaria, har hon saman við familju síni var og ferðaðist.
Ein lokalur træskerari hevur í nátt skorið træhjartað, sum sæst á myndini omanfyri, so fólk, sum í dag hava verið til minningarløtu fyri gentuni, hava havt møguleikan at skriva eina heilsu á hjartað.
Av nýggjum, sum er komið fram í dag, er, at eitt vitni gjáramorgunin sá gentuna standa og gera eitt hvørt, áðrenn hon løtu seinni varð funnin deyð við sjóvarmálan í Puerto Rico.
Lítla kommunan, har gentan og familja hennara búðu, Sørfold kommuna í Nordland, hevur í dag - pálmasunnudag - verið fjald av skýggjum.
Gentan gekk á framhaldsskúlanum, Straumen skúla í kommununi, har tey flestu kenna hvønn annan.
- Tað ringasta, sum kundi henda, er hent, og tað týdningarmiklasta er at taka hond um hvønn annan, sigur presturin, Arnt Nordkil, við Verdens Gang.
Presturin leggur aftrat, at syrgiliga hendingin á Gran Kanaria rakar bæði ungdómsumhvørvið í kommununi og alt lokalsamfelagið ógvuliga hart.
##med2##
Spanska løgreglan á Gran Kanaria kannar deyðsfallið, og líkskurður hevur verið, men enn er einki ítøkiligt frætt um, hvat kann vera hent 15 ára gomlu gentuni.
Sambært løgregluni eru ábendingar um, at talan kann vera um eina vanlukku, men tað er ov tíðliga av siga nakað um hetta enn.
Lesið eisini - Familjan er skakað
https://www.in.fo/news-detail/gentan-var-15-ar-familjan-er-skakad












