– So er fínteljingin av og eg endaði á 7 plássið. So nú eri eg fyrsti varalimur.
Soleiðis skrivar Jóhan Christansen í Leirvík á Facebook, samstundis sum hann ynskir Eirikir í Jákupsstovu hjartaliga tillukku við sessinum.
– Og øllum tykkum sum stuðlaðu mær og Tjóðveldi, skulu hava eina hjartans tøkk.
Sum skilst er talan um 6 atkvøður hjá Eiriki í Jákupsstovu í Gøtu, sum vóru lagdar til Dennis Holm, sum onga atkvøðu átti í Gøtu. Úrslitið er nú, at Eirkur í Jákupsstovu fekk 313 atkvøður, meðan Jóhan Christiansen hevur 310 atkvøður.
Malan Johansen, forkvinna í valnevndini, sigur, at onkrar aðrar broytingar eru við atkvøðutølunum, men eingin sum broytir nakran tingsess. Fíntaldu tølini eru send Kringvarpinum, sum leggur tey í skipanina, sum sæst á heimasíðuni hjá Kringvarpinum her, tá Kringvarpið hevur lagt tey í skipanina.












