Odmar Færø: Vit royna at spæla

Video: Samrøða við Odmar Færø, miðverja hjá B36

B36 spældi í gjár javnleik 1-1 móti Víkingi í fyrsta umfarinum í Effo-deildini. B36 var á odda meginpartin av dystinum, eftir at Lukasz Cieslewicz skoraði eftir 14 minuttum. Víkingur javnaði eitt stórt korter fyri tíð.

 

- Eg haldi, at Bæði liðini gera ein goðan figur í dag. Vit royna at spæla heilt frá málinum av, og tað sást í fyrra hálveiki. Í seinna hálvleiki trýsta teir. Liðin høvdu hvør sín hálvleik, og tað sæst aftur á úrslitinum, sigur Odmar Færø.

 

B36 fær í komandi umfari vitjan av KÍ.