Tað eru av allarringastu líkindum í kvøld og løgreglan sigur, at tað er ruðulleiki í ferðsluni kring landið. Støðan er so vánalig, at tað er mest sum undantaksstøða, tí nógvir bilar standa fastir ymsastaðni, eisini mitt inni í Havnini. Tey siga, at telefonirnar ringja út í eitt frá bilførarum, sum hava rent seg fastar, eisini á sløttum inni í Havnini og taxabilarnir eru eisini givnir at koyra út um Havnina, eisini til pláss í útjaðaranum í býnum.
Kommunan er givin at rudda vegirnar, og tey á Landsverki eru eisini givin at rudda fleiri staðni, eitt nú til Gjáar, til Funning, Oyndafjørð og Hellurnar.
Á Høgareyni og á Vestmannavegnum standa fleiri bilar og hóast teir gróvu við tveimum maskinum, hildu teir ikki tørn og tí er Vestmannavegurin stongdur.
Løgreglan sigur eisini, at flogfari hjá Atlantsflogi úr Keypmannahavn í kvøld, sveimar uppi yvir Føroyum við 170 fólkum, men fær ikki sett seg. Enn er óvist, hvat tey gera, men tað samskifta tey á flogvøllinum og Landsverki um. Tað er nevniliga ikki koyrandi í Vágum, ella til og úr Vágum, so helst fer valið at standa ímillum at flogfarið fer avstað eftir, ella tað setir seg, um so er at líkindi verða, og at Landsverk so leggur alla orku í at grava so frætt, at ferðafólkið sleppur úr Vágum.
Løgreglan sigur, at tað er eisini nógvur vindur, og at tað verður ikki einferð í nátt, at. tað fer at hæsa nakað av aftur - men sum heild er tað ikki væntandi, at tað verður koyrandi aftur fyrrenn tað hevur lýst fyri degi í morgin ári