Stutt fyri at orkanin Harvey rakar amerikansku strondina hækkar vatnstøðan.
Í USA fyrireika íbúvarnir í statunum Texas og Lousiana seg upp á ódnina Harvey, sum brestur á frá strondini í morgun.
Amerikanska Ódnarmiðstøðin hækkaði í gjárkvøldið ávaringarstøðið til kategori 3 á Saffir-Simsona-skalanum. Tað merkir hvirlur millm 178 og 208 kilometrar um tíman.
Frammanundan skortar ikki við ávaringum frá politiskum leiðarum og bjargingartænastum.
Greg Abbot, sum er guvernørur í Texas, hevur biðið Donald Trump, forseta, um at lýsa Harvey sum eina samveldiskatastrofu og at lata pengar til neyðhjálp frá samveldisstjórnini beinanvegin.
Samstundis flyta fólk burtur í báðum statum, áðrenn ódnin rakar. Ódnin vætnast at hava harðligar hvirlur og nógv vatn við sær úr Mexikanska flógvanum.
Og tað fer at regna illa í raktu økjunum, tá orkanin hevur nógv avfall við sær. Tað kann føra til vatnflóðir, ávara serfrøðingar sambært AP tíðindastovuni.
Roknað verður við, at vatnstøðan fer at hækka millum 91 cm og 3,5 metrar næstu dagarnar. Roknað verður eisini við, at ódnin fer at skapa sjálvstøðugar melduródnir í økinum.
Ein talsmaður fyri bjargingartæanstuna í Texas upplýsir fyri AP, at býir fram við strondini fyrireika seg uppá, at vatnmongdin næstu dagarnar fer at gera býirnar til oyggjar.
Hjá DMI í Danmark er tey ikki í iva um, at tað verður óvanliga hart í teimum økjunum, sum ódnin rakar á landi.
– Hyggja vit eftir prognosunum við 600 millimetrar av regni summastaðni og stormflóð saman við vindi, so er tað ein vanlukka fyri tey lágu økini, sigur Steen Rasmussen, vaktleiðari á DMI.
– Tað er eingin ivi um, at talan er um eina vandamikla og sterka ódn, sum rakar land við nógvum regni.
– Tað er samansetingin av øllum faktorum: At hon hevur so nógv regn við sær, vindmegin og stormflóð, sum kemur, tá vatnið verður trýst inn at landi.
/ritzau/