ØLL alivinnan í Føroyum fordømir springaradrápið

Alivinnan í Føroyum er samd um at fordøma springaradrápið sunnudagin

Í áðni greiddu vit frá, at størsta alifyritøkan í landinum, Bakkafrost, hevur fordømt springaradrápið á Skálafjørðinum í eini almennari fráboðan, sum er á enskum.

 

Og beint í hølunum á teimum kemur Havbúnaðarfelagið, sum umboðar allar alarar í landinum, eisini við eini fráboðan á enskum, har tey somuleiðis gera greitt, at tey fordøma springaradrápið.

 

Havbúnaðarfelagið vísir á, at springaradrápið var eitt privatmál og hevur als einki at gera við føroysku alivinnuna, yvirhøvur.

Havbúnaðarfelagið leggur dent á, at eingir bátar, ella onnur útgerð hjá føroysku alivirkjunum, vóru við í springaradrápinum, hvørki í rakstrinum, í drápinum, ella eftir drápið.

 

Les eisini her: Bakkafrost fordømir springaradrápið