Bakkafrost fordømir springaradrápið

Hatta kann ikki góðtakast undir nøkrum umstøðum, sigur Regin Jacobsen, stjóri

Føroyski alirisin, Bakkafrost hevur nú sent út eina almenna fráboðan – á enskum – um springaradrápið á Skálafjørðinum sunnukvøldið. Og har ger Regin Jacobsen, stjóri, greitt, í eini stuttari fráboðan, at Bakkafrost fordømir springaradrápið, tí tað kann ikki góðtakast undir nøkrum umstøðum.

 

Tey vátta eisini, at Bakkafrost átti ongan lut í drápinum og at eingin útgerð hjá Bakkafrosti varð brúkt í drápinum.

 

Annars vísir Bakkafrost eisini til heimasíðurnar www.whaling.fo og www.nammco.no