– Øll børn eiga at hava ókeypis atgongd til føðslurættan mat

– Hetta kann í besta føri minka um matoyðsl, batna um fólkaheilsuna, skapa størv, og stuðla føroyskum virksemi, sigur Joan Sørensen um nýggja matarskipan, sum hon arbeiðir við

Joan Sørensen er í holt við at skapa eina sosiobúskaparliga fyritøku, ið hevur til endamáls at veita eina burðardygga, føðslurætta og vælsmakkandi matarskipan til fólkaskúlar, dagstóvnar og frítíðarskúlar, í sameining við endamálini hjá ST.

 

 

 

Fyritøkan, ið berur heitið GAIA FO, er grundað í føðslufrøði, ið Joan hevur arbeitt miðvíst við í áravís. 

 

 

 

Ein matarskipan er heilt yvirskipað ein loysn til at veita mat. Ein almenn matarskipan veitir sostatt mat til almennar stovnar, herundir skúlar og dagstovnar. Fær man sett í verk ein matpolitik og eina ríkismatarætlan, og síðani tí røttu matarskipanina, kann mann viðvirka at batna um fólkaheilsuna, sosialan stattarmun og burðadygg sosiobúskaparlig viðurskifti. Joan heldur, at tørvur er á slíkari matskipan.

 

– Sum nú er, er eingin yvirskipað mannagongd til at veita mat til stovnar í Føroyum, hvørki hvat viðvíkur hvat maturin føðslufrøðiliga skal vera, ella hvussu maturin verður veittur. Man er í ferð við at fáa nøkur smærri átøk sett í verk. Í Vágs kommunu hevur mann havt eina royndarskipan, í Vága kommunu er ein skipan í ferð, og í Klaksvík hevur fólkaskúlin á Skúlatrøð eina matarskipan, fortelur Joan Sørensen.

 

– Tað er fantastiskt, at hesar smærri skipanir eru til, og at smáar kommunur og stovnar hava tikið hetta upp á seg. 

 

 

 

Yvir 80% ynskja broyting

 

 

 

Við GAIA FO ætlar Joan at arbeiða miðvíst við einari ókeypis heildarætlan, so at øll børn fáa beinleiðis og ómakaleysa atgongd eina góða matarskipan. Várið 2024 gjørdi hon eina kanning, og spurdi yvir 500 foreldur í Tórshavnar Kommunu, um tey ynsktu eina matarskipan. Yvvir 80% svaraðu ‘ongantíð ov skjótt’ og ‘ja’.

 

– Hetta kenni eg meg aftur í, tá eg sjálv havi staðið og smurt matpakkar. Tað kann vera sera torført. Matpakkin má hvørki vera ov góður ella vánaligur, man má taka støðu til, hvat míni børn fáa í mun til hini børnini, um ein fær sukur og annar ikki. Eg vil til dømis ikki geva mínum børnum ein ov góðan matpakka, so at børn, ið ikki hava sama tilfeingi, skulu merkja mismun, ið eg av óvart viðvirki til.

 

– Eg komi sjálv frá einum staði, har eg ikki fekk matpakka við í skúla, og tað kemur tíverri fyri, uttan at fólk kanska geva sær far um tað. Hetta skal ikki henda, og øll børn hava uppiborið at fáa góðan mat, ið tey tíma at eta, sigur Joan Sørensen.

 

 

 

Føroyar kunnu vera undangonguland

 

 

 

Í løtuni vantar Joan svar frá eini umsókn, ið er send Tórshavnar Kommunu, ið snýr seg um at fáa fígging til byrjunarstigið av eini royndarskipan. Royndarskipanin skal fyrst og fremst menna eina matskrá í samstarvi við ymsar veitarar í Føroyum. Ynskið er, at matarskipanin skal gagnnýta føroyskar rávørur, fyri eisini at viðvirka til at raðfesta okkara føroyska tilfeingi og minka um innflyting av rávørum. Um fígging sostatt verður játtað, og royndarskipanin verður væleydnað, er ætlanin at søkja stuðul frá størri altjóða stuðulsskipanum.

 

– Hetta er umfatandi og sera spennandi! Nógv kann koma burturúr, ikki minst í mun til gransking. Føroysku viðurskiftini gera tað, at Føroyar kann vera eitt slag av royndarpalli, og kunnu vit tí verða undangonguland, tá tað kemur til at gera broytingar og meta um, hvat kemur burturúr. Kanningar kunnu geva stórt innlit í tilfeingi, fólkaheilsu, trivnað og sosialan stattarmun millum børn og ung í Føroyum, sigur Joan Sørensen.

 

– Tey sosiobúskaparligu viðurskiftini tala fyri seg: Ætlanin kann í besta føri minka um matoyðsl, batna um fólkaheilsuna, skapa størv, og stuðla føroyskum virksemi.

 

 

 

(Hendan greinin varð prentað í Sosialinum hin 13. september)