Ørkin skal hava nýggjan leiðara

Síðstu gott trý árini hevur Barbara H. Jensen verið leiðari á føroyska sjómansheiminum Ørkin, í Reykjavík. Starvið hevur verið spennandi, avbjóðandi og gevandi, og er hon fegin fyri tíðina, sum hevur givið fleiri góðar løtur og upplivingar, skrivar trúboðin.fo.

Hon er eisini glað fyri dagføring, sum er farin í gongd av Ørkini, við at fyrsti triðingur av vindeygunum eru skift. Restin verður skift komandi vár og tá skulu eisini dagføringar gerast innan. 

Nú ynskja Barbara og Sólbjørn at venda aftur til Føroya, og stýrið takkar teimum fyri gott arbeiðið.

Nú arbeiðir stýrið fyri Ørkina við at finna nýggjan leiðara, sum vil leiða Ørkina inn í eina spennandi framtíð. Íbúð er knýtt til Ørkina, sum leiðarin býr í. skrivar trúboðin.fo.