Ógvusligt ferðsluóhapp í Suðuroy

Tað var eitt undur, at førarin kom frá óhappinum við lívinum, sigur løgreglan í Suðuroy

Náttina til hósdagin, klokkan umleið hálvgum trý, hendi eitt álvarsamt ferðsluóhapp í Klivunum nakað sunnan fyri Porkeri. Ein bilur fór út av vegnum, við sera nógvari ferð, og fór í sor.

Løgreglan í Suðuroy sigur við Sosialin, at tað er eitt undur, at førarin er komin frá óhappinum við lívinum. Sagt verður, at bremsisporini eru umleið 70 metrar til longdar!

Sosialurin royndi í gjár at fáa at vita, um nakar fólkaskaði var, men løgreglan í Suðuroy visti ikki, um maðurin hevði fingið skaða, og á Suðuroyar Sjúkrahúsi vildu tey einki siga!

Enn er einki, sum bendir á, at rúsdrekka hevur spælt ein lut í óhappinum.