Óhapp: Bilur bakkaði og so kom motorsúkklan

Her eru polititíðindini frá seinasta samdøgrinum.

Klokkan 16:30 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um eitt ferðsluhóhapp á Velbastaðvegnum.

 

Ein bilur og ein motorsúkkla vóru í óhappinum. Bilurin bakkaði út á vegin frá einari innkoyring, og beint tá kemur motorsúkklan koyrandi.

 

Tað er óvist, hvussu standurin er á teimum, sum vóru við í ferðsluóhappinum. Men beint eftir hendingina hendir, reisa tey seg bæði upp.

 

Av tí at man er minni vardur á motorsúkklu, fór førarin beinleiðis á Landssjúkrahúsið til kanningar.

 

Umframt hetta, hevur løgreglan havt ymiskt annað at sæð til í gjár. Til dømis eitt átak á Sandavágshálsi.

 

Um kvøldið varð ein tikin fyri at koyra ov skjótt. Hann koyrdi 114 km/t.

 

Og so var eitt lítið mál í Havn um klokkan 01:30 um náttina. Her var tað ein, sum koyrdi oman eftir Niels Finsensgøtu frá Auto og oman eftir Steinatúni. Tað má man ikki, tí vegurin er einsrættaður. 

 

Hetta er als ikki fyrstu ferð, at hendan støðan hendir. Viðkomandi fær allíkavæl klipp í koyrikortið fyri tað.