Okkara millum prentað uppaftur

Undirtøkan av Okkara millum, ið Føroya Felag móti Krabbameini gav út hálvan november í fjør, var so mikið góð, at nærum 3.000 bøkur vórðu seldar eftir fimm vikum. Tað fegnast útgevarin um, og eisini um sera góðu umrøðuna, bókin fekk nógva staðni.
"? her er talan um frásagnir, søgur og lagnur, ið kunnu fáa okkum at steðga á, at hugsa og ikki minst at virðismeta alt tað dýrmætasta í lívinum - alt tað, sum er her beint nú, men sum vit mangan ikki hava stundir at geva okkum gætur," skrivaði Helena Dam á Neystabø í umrøðu av bókini.
Okkara millum er savn við 20 tekstum frá føroyingum, ið skriva um, hvussu tað er at liva við krabbameini; 15 teirra eru tekstir frá fólki, ið eru vorðin frísk av krabbameini, 4 tekstir frá fólki, ið hava mist maka ella foreldur av krabbameini, og 1 tekstur frá kvinnu, ið hevur fingið at vita, at hon ikki verður frísk av krabbameini. Felagsnevnarin er ikki bara krabbamein, men eisini lívsgleði, lívsvilji og lívsjáttan.
Turið Kjølbro hevur ritstjórnað bókina.
Okkara millum er prentað uppaftur, tí ein slík bók eigur at vera á marknaðinum, ikki minst til gagns hjá teimum, ið koma í líknandi støðu sum tey, ið siga sína søgu í bókini.