Hægst styrkismetta liðið í innleiðandi EM-bólkinum hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti, Slovenia er eisini farið í holt við fyrireikingarnar til EM-endaspælið í Noregi, Danmark og Svøríki. Hini bæði liðini í bólki D, ið verður leiktur í Unity Arena uttanfyri Oslo eru Montenegro og Sveis.
Slovenia fer at spæla tveir venjingardystir undan EM-endaspælinum.
Í morgin klokkan 17 leggja teir fyri á heimavølli móti Kuwait.
Fríggjadagin klokkan 17.30 spæla slovenar dyst í Golden League í Fraklandi móti Íslandi. Komandi sunnudag møta slovenar antin Fraklandi ella Eysturríki.
Slovenia og Føroyar spæla EM-dyst, týskvøldið 20. januar klokkan 19.30.











