Okkaradeildin fer í jólafrí við tveimum topp-brakum

Okkaradeildin er enn púra opin áðrenn seinastu seks dystirnar - Toppliðini dystast í dag

Okkaradeildin: Leygardagin 21. desember 2019

16.00: H71 - Neistin (FM 1 sigur frá)

16:00: StÍF - VÍF

Okkaradeildin er farin inn í seinastu seks dystirnar í grundspælinum og stŕiði um tey fýra hálvfinaluplássini er framvegis púra opið.

Eftir at KÍF hevur reist seg við tveimum sigrum á rað á StÍF og Team Klaksvík, er bert eitt stig upp til VÍF og tvey til StÍF.

Júst tey bæði liðini bresta saman á Skála í dag, og taparin av hesum dysti fer at kenna andadráttin av kollfirðingum í nakkanum, til seinastu fimm dystirnar.

Í Hoyvík er oddabrak ímillum H71 og Neistan á skránni. Dysturin var spennandi í sær sjálvum, men eftir at Neistin brádliga segði venjaran hjá sær upp hósdagin, er stóri spenningurin serliga um hvussu hetta fer at ávirka Neistan, sum er formsterkastasta liðið í deildini við fimm sigrum á rað.

Sí eisini:

Koyrdur eftir fimm sigrar á rað: - Tú vinnur ikki hasar dystirnar um tú venur illa

Fremsta plássið í Okkaradeildini er umráðandi, tí tað gevur ein dyst á heimavølli um hálvfinalur og finalur skulu avgerast í einum seinasta dysti, so eingin ivi er um, at bæði liðini síggja hetta sum ein toppdyst, hóast serliga H71 kann kenna seg rættiliga trygt at sleppa í hálvfinalurnar eftir teir 18 dystirnar í grundspælinum.

Sí stigatalvu niðast

Hetta er triði og seinasti innanhýsis dystir ímillum hesi feløgini. Hinir innanhýsis dystirnir eru gingnir soleiðis:

Støðan í Okkaradeildini

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71123502777320
2Neistin123272913616
3StÍF12334332215
4VÍF123343191514
5KÍF133483222613
6Kyndil12306320-148
7Team Klaksvík13271409-1380
H71 – Neistin 31-29
Okkaradeildin: 15/09/19
Málskjúttar hjá H71
Elias Ellefsen á Skipagøtu8
Pætur Mikkjalsson6
Leivur Mortensen4
Vilhelm Poulsen3
Hans Kári Hansen3
Peter Krogh3
Pauli Mittún2
Rúni Vest Højgaard1
Sigmundur Dahl1
Málskjúttar hjá Neistanum
Rasmus Søby10
Dánjal Ragnarsson5
Julian Kragesteen4
Tróndur Kragesteeen3
Rune Olsen3
Johannes Bjørgvin1
Karl Martin Olsen1
Hanus Árason1
Tróndur Mikkelsen1
Neistin – H71 25-26
Okkaradeildin: 03/11/19
Málskjúttar hjá H71
Peter Krogh7
Baldur Gillason3
Pætur Mikkjalsson3
Elias Ellefsen á Skipagøtu3
Leivur Mortensen2
Vilhelm Poulsen2
Sigmundur Dahl2
Hilmar Leon Jakobsen2
Pætur Thomsen1
Pauli Mittún1
Málskjúttar hjá Neistanum
Tróndur Mikkelsen7
Rasmus Søby7
Dánjal Ragnarsson5
Julian Kragesteen3
Rune Olsen2
Karl Martin Olsen1
StÍF – VÍF 31-31
Okkaradeildin: 03/10/2019
Málskjúttar hjá StÍF
Ivan Mrdalo8
Pætur Johansen6
Jóannes Prestá5
Bjarni í Selvindi3
Tummas Simonsen3
Sveinur Justinussen2
Dávid Danielsen2
Mads Lindkvist2
Málskjúttar hjá VÍF
Filip Jojic17
Sjúrður Olsen6
Hallur Arason4
Andrias Eriksen2
Jóhann í Garðastovu1
Rúni Fossdal1
VÍF – StÍF 30-28
Okkaradeildin: 03/11/2019
Málskjúttar hjá VÍF
Filip Jojic10
Jóhann í Garðastovu5
Sjúrður Olsen4
Andrias Eriksen4
Magnus Müller3
Rúni Fossdal3
Hallur Arason1
Málskjúttar hjá StÍF
Pætur Ó. Barclay7
Pætur Johansen7
Ivan Mrdalo4
Sveinur Justinussen3
Bjarni í Selvindi2
Jóannes Prestá1
Jógvan G. Joensen1
Steinar A. Prestá1
Dávid Danielsen1
Mads Lindkvist1