?...okkum tørvar ein Oliver Twist²

Gríma og føroyskur sjónleikur á einum vegamóti

Í hesum døgum ivaðist áskoðarin í Norðurlandahúsinum í, um hann skuldi liva seg inn í ein heim í 18. øld í Føroyum ella um kenslan av at vera í einum London-umhvørvi í 19. øld heldur var tann rætta. Niels Malmros royndi fyrst av øllum alvi at vissa okkum um, at vit skuldu gera tað fyrra, men tá ið vikan skifti, skifti senan eisini og lopið varð eina øld fram, meðan áskoðarin varð førdur eina øld aftur og inn í ein veruleika hjá einum fátækum drongi í Onglandi í 1830-árunum.

Tað er einasti yrkissjónleikarabólkur í landinum - Gríma - sum ger hesa roynd at ganda áskoðaran í aðra tíð og annan heim, og bólkurin hevur koyrt nógv gott og serligt í pottin fyri at kunna bjóra ein sterkan drykk fyri teimum, ið trína inn í salin.

Og longu tá trinið er um gátt, byrjar ævintýrið. Tað syrgir køni gandakallurin Edward Fuglø fyri. Hann hevur fyrr víst síni kynstur, so áskoðarin hevur sitið ovfarin, og hesuferð hevur hann drigið enn eitt meistaraverk upp úr hattinum. Salurin er snaraður 90 stig, og pallurin sjálvur kann snarast og vendast, so at fleiri pallmyndir blíva til framman fyri tær, uttan at tað er neyðugt at draga teppi upp og aftur. Í tøttum samstarvi við ljósmonnunum skapar hann veldugar brýr, skýmlig brotsmannabøli, fagrar blómugarðar, kenslukøld barnaheim, ríkmannastovur og myrk skot - alt í einum og sama palli. So ævintýrið er nærum byrjað, áðrenn tú setir teg.

Fyri tó at eingin ivi skal vera um, nær øldin skiftir og leikurin byrjar, koma leikararnir fyrst fram í gerandisklæðum og bjóða áskoðarunum vælkomnum. Síðan tekur frásøgumaðurin yvir...


Gykl

Ein gyklari við gittara og hatti - mest átøkur einum sigoynara - fer við síni darrandi rødd undir at siga okkum søguna um Oliver Twist. Hann vil sum ein alvitandi frásøgumaður stjórna okkara ansi, hagar honum lystir, fyri at geva okkum tað besta innlitið. Gyklarin er, eins og vit, ein áskoðari, men samstundis miðdepilin í frásøgnini. Ein frálíkt hugskot hjá Hans Rozsenqvist og Zeppelin Teatrinum, sum hava evnað leikritið til.

Hanus Johansen er tó ikki tann einasti, ið gyklast á pallinum. Hinir leikararnir mugu í minsta lagi eisini vera gyklarar og akrobatar, soleiðis sum teir megna at skifta ham og sinnalag so skjótt, at tú neyvan varnast tað. Hans Tórgarð skiftir eftir eini lítlari løtu frá at vera tann støkni, fávitskuti gøtudrongurin Charley Bates til tann stilla, listilærda ríkmannin Monks. Jákup Veyhe er eitt karrátt bartrog, ein politistur og ein uppblástur yvirklassaletingi so títt hvørt um annað, at teir fyri tað sama kundu verið á palli í senn. Ria Tórgarð hevur hvørki kyn ella aldur tykist tað: Hon spælir ung vøkur genta, tilkomin arbeiðskona, kona á gøtuni men sanniliga eisini fingrafittur gøtudrongstjóvur og gamal dómaraskrivari - og soleiðis kundi tú blivið við... Men tað besta av øllum er, at allir leikararnir í øllum sínum leiklutum spæla so ótruliga væl.


Høvuðsleikluturin

Leiklutin sum Oliver Twist hevur Annfinnur Jacobsen, men eg haldi tað vera eitt sindur misvísandi at kalla tað fyri høvuðsleiklutin. Eygað hjá áskoðaranum er nógv meira vent ímóti umhvørvinum hjá tí unga dronginum - og tað er sjálvandi ikki av tilvild. Dickens hevur viljað víst á skeivleikar í samfelag og morali á hansara døgum, og tí skal kikarin vendast ímóti umhvørvinum - tvs. persónunum rundan um drongin - meðan Oliver sjálvur skal vera myndin av tí óseka menniskjanum í samfelagnum - eitt objekt. Hesum týðandi tema hava leikskrivararnir hegnisliga fangað, og tí er Oliver Twist ikki eins markantur og hinir persónarnir í dramatiseringini. Í sama viðbragdi er tað vert at nevna, at Annfinnur kom sera væl frá uppgávuni. Tað var við serligum ansni, at áskoðarar hugdu eftir hansara avriki, vitandi at Anfinnur var so nógv yngri - bæði í aldri og royndu - enn hinir leikararnir. Men hann stóð avgjørt ikki í skugganum av nøkrum og megnaði sannførandi at spæla ein neyðarsligan smádrong.


Sodning

Nú, nakrar dagar seinni, átti gandadrykkurin langt síðani at havt mist sína megi, men teir eru har enn allir: Mr. Brownlow, Skálkurin, Mr. Grimwig og neyðars Oliver. Um næturnar hereftir vera tað kanska helst Fagin, Bill Sikes og Monks, ið fara at vísa síni grimu andlit - einamest kanska hjá teimum nógvu heilt ungu áskoðarunum, men kenslan, ið vit øll í salinum fóru heim við hetta kvøldið var ein góð nøtran. Smáar smásárar atfinningar - so sum at tað í brotum var ilt at hoyra, hvat varð sagt - høvdu hug at hvørva í heildarmyndini av einum frálíkum leiki. Og orðið á varrunum, ið vildi hava lív, var: ³Framúr!² Eitt framúr avrik hjá einum leikbólki, ið avgjørt allan vegin ígjøgnum rørdi seg og spældi sum ein bólkur, ein eind. Eitt felags skoðsmál er tí nógv meira hóskandi enn at petta avrikið sundur: Fimm grímur til leikbólkin við Peter Snickars á odda!


Fleiri stórar uppsetingar

Laura Joensen skrivar í faldaranum til Oliver Twist hugleiðingar á 20 ára vegamótinum hjá Grímu. Hon hálvavegna skammast yvir, at leikararnir í Grímu við hvørt hava trongd til at gera eitt sindur meira burturúr onkrum leiki, so sum Oliver Twist er eitt dømi um. Norðurlandahúsið er hesuferð karmur um leikin, og eisini er eitt óvanliga stórt lýsingararbeiði farið fram, men hetta er bara gott at síggja. Norðurlandahúsið var upprunaliga ætlað til sjónleikahús, tá fyrispurningur um fígging til at byggja av fyrstan tíð varð sendur Norðurlandaráðnum. At tað so seinni bleiv avgjørt, at hús skuldi byggjast við víðari karmum, er bara at gleðast um, men ætlanin var neyvan nakrantíð at sjónleikurin skuldi troðkast burtur. Latið ikki sjónleik í Norðurlandahúsinum vera eina so óvanliga sjón. Alla virðing fyri smáum persónligum og hugnaligum høl-um til sjónleik, men av og á skulu stórar uppsetingar til, sum kunnu vísa okkurt eyka og lokka tað stóru føroysku áskoðarafjøldini til sjónleik.²Okkum tørvar ein Oliver Twist² av og á at vísa okkum á bæði skeivleikar og góðsku hjá okkum menniskjum, men eisini fyri at vísa okkum, hvat føroyskur sjónleikur veruliga kann.


Gríma er á einum vegamóti. Tillukku við degnum, virðislønini og hølunum. Kanska er føroyskur sjónleikur eisini á einum vegamóti - og framtíðin er bjørt, haldi eg. Eg haldi meg hóma tað gríma í eystri fyri einum nýggjum tíðarskeiði í føroyskari leiklist....