OL-hondbóltur: Spania sendi Kroatia út í myrkrið

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í seinasta umfarinum í bólki A í hondbólti hjá monnum

Innleiðandi bólkur A í hondbólti hjá monnum á olympisku leikunum í París er nú liðugt leiktur.

 

Við greiðum sigri á Slovenia tryggjaði Týskland sær bólkasigurin. Slovenia endar tó á øðrum plássinum. 

 

Spania megnaði við teprum sigri á Kroatia at klúgva upp á triðja plássið, og samstundis senda Kroatia út í myrkrið.

 

Svøríki vann stórsigur á Japan, men endar á fjórða plássinum, og møtir tí Danmark í fjórðingsfinaluni.

 

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í bólki A:

 

Spania - Kroatia 32-31 (20-15)

 

Spania: Javier Rodriguez 6, Aleix Gomez Abello 5, Ian Tarrafeta Serrano 4, Kauldi Odriozola 4, Daniel Dujshebaev 3, Alex Dujshebaev 2, Daniel Fernandez 2, Abel Serdio Guntin 2, Imanol Garciandia 1, Jorge Maqueda Peno 1, Miguel Sánchez 1, Agustin Casado 1.

 

Kroatia: Luka Lovre Klarica 7, Ivan Martinović 6, Zvonimir Srna 6, Mario Šoštarić 4, Veron Načinović 3, Marin Šipić 2, Lovro Mihić 2, Luka Cindrić 1.

 

Svøríki – Japan 40-27 (16-9)

Svøríki: Sebastian Karlsson 6, Jim Gottfridsson 5, Albin Lagergren 4, Hampus Wanne 4, Jonathan Edvardsson 4, Lucas Pellas 3/3, Lukas Sandell 3, Karl Wallinius 3, Felix Möller 3, Max Darj 2, Oscar Bergendahl 2, Jonahan Carlsbogaard 1.

Japan: Naoki Sugioka 9/3, Shuichi Yoshida 5, Adam Yuki Baig 4, Tatsuki Yoshino 3, Kosuke Yasuhira 2, Naoki Fujisaka 1, Jin Watanabe 1, Shinnosuke Tokuda 1, Tomoya Sakurai 1.

 

Týskland - Slovenia 36-29 (23-14)

 

Týskland: Kai Häfner 7, Sebastian Heymann 6, Lukas Mertens 4, Julian Köster 4, Juri Knorr 3, Marko Grgic 4/3, Janik Kohlbacher 2, Christoph Steinert 2, Johannes Golla 2, Renars Uscins 1, Rune Dahmke 1.

Slóvenia: Kristjan Horzen 7, Nik Henigman 4, Blaz Janc 3, Jure Dolenec 3/1, Nejc Cethe 3, Aleks Vlah 3, Miha Zarabec 2, Stas Jovicics 2, Blaz Blagotinsek 2.

 

Endaliga støðan í bólki A:

 

1. Týskland 8 stig

 

2. Slovenia 6 stig

 

3. Spania 6 stig

 

4. Svøríki 6 stig

 

-------------------

 

5. Kroatia 4 stig

 

6. Japan 0 stig

 

Skráin fyri fjórðingsfinalurnar mikudagin 7. august:

 

 

 

Fjórðingsfinala 1: Spania vs. Egyptaland: Klokkan 8.30.

 

Fjórðingsfinala 2: Týskland vs. Frakland: Klokkan 12.30.

 

Fjórðingsfinala 3: Danmark vs. Svøríki: Klokkan 16.30.

 

Fjórðingsfinala 4: Noreg vs. Slovenia: Klokkan 20.30.