Føroyski sjónleikarin Olaf Johannessen hevur stóran leiklut í síðsta umfarinum av vælumtóktu donsku sjónvarpsrøðini Badehotellet.
John Henry Seerup, leiktur av Olafi Johannessen, kemur upprunaliga úr trongum korum í Norðurjútlandi, men flutti fyri 33 árum síðani til USA.
Har hevur hann av sonnum havt undanvind á yrkisleiðini sum byggiharri í Wisconsin, og er giftur dóttir guvernørin, Ellinor, leikt av Staphanie Hays.
Nú vendir hann heimaftur fyri at taka lut í Rebildfestini, summarið 1946.
Sðsta umfar av Badehotellet byrjar sunnudag 3, mars á TV2 Play og sunnudag 10. mars á TV2.