Jústinus Leivsson Eidesgaard
?????
Tað, sum liggur fremst á varrunum, tá ið fyrrverandi politikkarin og reiðarin Olaf Olsen minnist samstarvið við Atla Dam ljóðar soleiðis:
? Atli Dam var ein sterkur politikkari og hann dugdi sera væl at greiða frá sínum sjónarmiðum.
Og so var hann álítandi eisini. Hann helt tað sum hann segði og tú kundi rokna við honum. Hann var heldur ikki "spidsfindigur" sum onkur annar, hann var greiður og tú visti hvar tú hevði han, sigur Olaf Olsen.
Olaf Olsen hevur tvær reisur verið landsstýris-maður, fyrru ferð sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum frá 1980-1983 og seinna skeiðið var frá 1989-91. Í báðum hesum skeiðum var Atli Dam í andstøðu.
? Vit vóru avgjørt ikki samdir í øllum politikki, men eg hevði stóra virðing fyri Atla Dam, sigur Olaf Olsen.