Óli Breckmann vertur á Rás2

Fyrrverandi topp-politikarin fer at hava sína egnu sending á Rás2

Óli Breckmann hevur verið ein av okkara mest eyðsýndu politikarum í eitt mannaminni, serliga kendur fyri sín hvassa penn og góðu taligávur.

Nú fer hann eisini at royna seg sum vert á Rás2.

 

Hesar næstu seks mikudagarnar verður Óli Breckmann vertur í sending á Rás2, og hann byrjar longu í dag.

 

Sendingin verður ímillum klokkan 16 og 17, og innihaldið verður fyri tað mesta av samfelagsligum slagi.


Óli Breckmann fær gestir í studio at tosa um ymisk evni, og okkurt kjakið fer ivaleyst eisini at spyrjast burturúr.

 

Í dag verður sendingin við Óla Breckmann um fólkasamansetingina í Føroyum, og ein av gestunum verður Hans Pauli Strøm, sosiologur og sum arbeiðir á Hagstovuni.