ÓLI BRECKMANN: Vit vilja halda fram

Ov nógv fólkafloksmál liggja óloyst, tí vilja vit royna at halda fram, sigur formaður Fólkafloksins, Óli Breckmann

­ Eg harmist um, at Sámal Petur í Grund hevur verið so fortur, at hann ikki fyrst hevur kannað málið betur tekniskt. Men av tí at tað liggja so nógv stórmál hjá Fólkaflokkin, sum skulu setast í verk frá 1. januar 1998, fara vit at royna allar aðrar møguleikar, enn at fara til val nú - eisini at fáa stuðul frá andstøðuflokkum frá máli til mál, sigur formaður Fólkafloksins.