Óli og Vár mest vinnandi í Pálshøll

Nú tveir av trimum døgum eru farnir afturum í Pálshøll eru tað serliga tveir svimjarar, sum hava gjørt vart við seg. Hjá monnunum er tað Óli Mortensen, og hjá kvinnunum er tað Vár Erlingsdóttir Eidesgaard.

 

Tey bæði hava verið við til at vunnið 15 av teimum 16 gullheiðursmerkjunum, sum Havnar Svimjifelag higartil hevur vunnið á FM á langgeil í Pálshøll.

 

Óli hevur vunnið níggju gullheiðursmerki og eitt silvurheiðursmerki. Tvey av teimum níggju gullheiðurmerkjunum hjá Óla hevur hann vunnið í liðkappingini.


Vár hevur svomið seg til seks gullheiðurmerki. Harafturat hevur hon fingið tvey silvurheiðursmerki í liðkappingini.

 

Merkisvert við teimum báðum er, at tey vinna gull á bæði stuttum og longum teinum.