Oljan verður funnin í ár

-Tað finst bæði olja og gass í føroysku undirgrundini. At basalt er í pørtum av økinum er ikki til hindurs fyri at arbeiða har og leita eftir olju. Man má bara hava tol sigur royndi norski jarðfrøðingurin Terje Hagevang, sum ikki ivast í, at hóast Statoilbrunnurin var turrur, so verður olja funnin í einum av teimum trimum brunnunum, sum verða boraðir í ár


 

Hann man vera ein tann útlendski jarðfrøðingurin, sum hevur arbeitt mest við føroysku undirgrundini og tískil man liggja inni við mestu vitanini um møguleikarnar av finna olju og gass her. Hann er norðmaður og er hann nevndur er hann kendur. Terje Hagevang, sum var ein av teimum fyrstu útlendsku jarðfrøðingunum, sum kom til Føroyar fyrst í 90-unum at savna inn upplýsingar um undirgrundina við tí fyri eygað at finna rætta staðið á seta borin í, fylgir framvegis væl og virðiliga gongdini í Føroyum. Terje Hagevang var høvuðsjarðfrøðingurin hjá fyrrverandi oljufelagnum Saga Petroleum, sum seinni varð uppkeypt av Norsk Hydro. Seinni stovnaði hann ráðgevarafyritøkuna Sagex, sum eitt skifti ráðgav Føroya Kolvetni.

 

 

 

Nú arbeiðir Terje Hagevang serliga á norskum øki men hann hevur ikki gloymt Atlantsmótið (Atlantic Margin), sum føroyski landgrunnurin er partur av. Sagex er m.a. við at fyrireika nýggjar seismiskar kanningar millum Hetland og Føroyar, tí her finnast nógv øki, sum ikki eru nóg væl kannað. Vónirnar til eina komandi oljuprovins her um leiðir eru tí framvegis livandi.

 

 

 

Við síni stóru vitan um føroyska jarðfrøði og við síni luttøku í fyrireikingunum til fyrstu loyvisgevingina á føroyska landgrunninum skuldi Terje Hagevang verið tann rætti at gjørt viðmerkingar til leitingina við Føroyar og her ikki minst miseydnaða Statoilbrunnin. Hann tó treyðugt gera specifikkar viðmerkingar men sum heild kann hann siga, at tað at leita eftir og finna olju í Gullhorninum (føroyska økið, har 6-ára loyvini eru givin, blaðm.) er ikki so heilt einfalt, sum fleiri kanska vilja gera tað til. Her finnast nógv ymisk leitimodell sjálvt í einum so avmarkaðum øki. At Statoil ikki hevur funnið nakað júst í Longu-brunninum er sjálvandi eitt vónbrot fyri júst tann brunnin og tað leitimodellið, sum bleiv testað, men samtíðis byrjar man at fáa vitan, sum kann avmarka møguleikarnar tvs. harvið fær man størri vitan um restina av møguleikunum í økinum. At tað ikki riggaði í Statoilbrunninum kann tí merkja, at man kann síggja meira positivt uppá onnur øki av Gullhorninum.

 

 

 

?Statoil hevur testað eitt modell, og tað riggaði ikki. Tað kann so vera positivt fyri onnur modell og aðrar strukturar í sama øki. Um so er at keldurnar hjá Sosialinum eru rættar og málið hjá Statoil í veruleikanum vísti seg at vera seismiskar reflektiónir frá basalti heldur enn frá einum reservoiri, so er tað ein týðandi vitan at hava fingið, tí tá veit man, hvussu ein slíkur basaltreflektorur sær út, og tá er tað lættari at skilja út teir strukturarnar, sum hava eitt reservoir.

 

 

 

 

 

Ein av trimum brunnum fund

 

Terje Hagevang heldur tað vera heilt náttúrligt, at ein ella fleiri av brunnunum, sum verða boraðir í Gullhorninum, ikki hava fund við sær, men hann metir sjálvur, at ein av trimum brunnum í hesum lovandi økinum eigur at blíva til eitt fund. So antin verður tað BP ella Amerada Hess, sum finnur olju longu í hesum árinum.

 

 

 

Uppá fyrispurning um tað kann verða ein fyrimunur hjá Amerada Hess, at tað borar longur eysturi og tætt við markið, tá hugsað verður um basalt sigur Terje Hagevang, at hetta er ikki óhugsandi. Tess nærri tú kemur markinum tess minni er av basalti ella kanska als einki. Men hann vil ikki gera viðmerkingar til teir einsøku lisensarnar ella brunnarnar.

 

 

 

Tá vit spyrja Terja Hagevang, hvønn lisens hann og Saga høvdu søkt um í Føroyum, um teir høvdu verið við í útbjóðingini er hann rættiliga trekur at svara. Men út frá tí vitan, sum blaðið hevur, var tað helst nettupp lisensurin, ið Amerada Hess fekk tillutað, sum Saga helst sá sum sín, tvs. tað økið, har triði brunnurin í ár verður boraður.

 

 

 

Terje Hagevang dylur heldur ikki fyri, at lisensurin hjá Agip við markið er áhugaverdur. ?Eg haldi, at øll loyvini, sum eru latin, eru áhugaverd, og haraftrat finnast tað nógv áhugaverd øki, sum ikki eru býtt út til leiting.

 

 

 

Olja og gass eru her

 

Nú tað í skrivandi løtu sær eitt sindur svart út fyri olju og mong halda, at oljuævintýrið er endað longu áðrenn tað byrjaði ? hevur Terje Hagevang hesa meting:

 

 

 

?Eg eri ikki samdur við teimum, sum longu hava mist vónina. Haldi at tað finst bæði olja og gass á føroyska landgrunninum. At basalt er í pørtum av økinum er ikki til hindurs fyri at arbeiða her og leita eftir olju. Man má bara hava tol.

 

 

 

Hann leggur dent á, at ein turrur brunnur er eingin vanlukka, tí hann gevur eina mongd av upplýsingum, sum ger, at man kann finna olju í tí næsta brunninum.

 

 

 

-Her er talan um eina risastóra oljuprovins, Atlantsmótið (Atlantic Margin), sum røkkur frá Írlandi til Lofoten. Bert fáir brunnar eru boraðir úti á djúpum vatni í hesum økinum, og tað sigur seg sjálvt, at tað vil taka nakað av tíð at finna fram til, hvar oljan og gassið liggja goymd.

 

 

 

Terje Hagevang fylgir neyvt gongdini í Føroyum ikki minst komandi útbjóðingarumfarinum, tá Sagex so ella so ætlar sær at vera við í.

 

 

 

-Føroyar eru eitt sera áhugavert oljuøki. Landið og fólkið eru eisini ómetaliga áhugaverd fyri okkum, sum koma uttanífrá. Eg havi stóran alsk til føroyingar og havi verið ómetaliga glaður at hava arbeitt við føroyska økinum í so mong ár. Og eg síggi fram til at vitja aftur og arbeiða her.