Fleiri oljufeløg hava valt at gevast við virkseminum í Meksikoflógvanum, eftir at Barack Obama, forseti, hevur bannað feløgunum at bora á djúpum vatni í flógvanum teir næstu seks mánaðirnar.
Chet Chiasson, sum er formaður í skaðanevndini í býnum Port Fourchon, sigur við fjølmiðlarnar, at tríggir boripallar eru farnir ella eru á veg úr økinum. Hann sigur, at skal bannið hjá forsetanum standa við í seks mánaðir, hava oljufeløg og teirra veitarar ikki annað í at velja enn at fara aðrastaðni.
Ein talsmaður fyri oljufelagið Anadarko Petroleum sigur, at felagið hevur leigað tríggjar boripallar, men at felagið nú hevur sagt leigusáttmálarnar upp orsakað av boribanninum hjá myndugleikunum.
Barack Obama setti boribannið í verk fyri at geva einari serligari nevnd frið til at kanna, hví boripallurin Deepwater Horizon sprongdist og sakk. Tað bleiv byrjanin til ta sera ógvusligu oljudálkingina í Meksikoflógvanum.