Danska stjórnin hevur vegna Føroyar sent ?mótmæli? til bretsku stjórnina í sambandi við, at bretar herfyri einvíst kannaðu (designeraðu) sær rættin til tveir teigar í tí ?Hvíta økinum?, ið liggur sum eitt ongamannaland millum bretskt og føroyskt øki. Tað danir hava gjørt er ein sokallað ?reservatión?, tvs. at vit gera vart við, at vit kunnu gera eitt krav galdandi uppá økið talan er um, tá málið seinni kanska verður sent til Haagdómstólin.
Tá Sosialurin frætti um hetta málið miðskeiðis í farnu viku komu tíðindini samtíðis í tveimum bretskum bløðum. Altjóða oljublaðið ?Uppstream? hevði stóra grein um málið og síðani eisini skotska dagblaðið Press & Journal.
Sambart Press & Journal so hevur Bretland gálvað eftir Danmark og Føroyum í hesum málinum, ið snýr seg um rættin til ein stóran bita av undirgrundini nærhendis oljukelduni Suilven, sum BP fann fyri einum ári síðani.
Í summar kunngjørdi bretska stjórnin, at hon hevði designera tvs. kannað sær tveir teigar í tí Hvíta økinum tætt uppat Suilven-fundinum, ið liggur á sjálvum markinum millum bretskt øki og Hvíta økið.
Tá úttalaði leiðarin í føroysku samráðingarnevndini Árni Olafson seg til Sosialin og segði, at bretska stigið var sera óheppið, tí tað órógvaði javnvágina í samráðinginum. Hann vísti á, at føroyingar fóru at umhugsa, hvat skuldi gerast í hesum máli.
Og tiltakið tykist nú vera tað skrivið, sum danskir myndugleikar í farna mánað sendu bretsku stjórnini.
Hetta skrivið varð sent um sama mundið sum bretsku myndugleikarnir vóru við at leggja seinastu hond á loyvini til leiting í teimum báðum útbodnu teigunum.
Oljufeløg spurd
Oljufeløgini, sum hava boðið uppá teigararnar, og tey eru nógv í tali, tí møguleikarnir fyri at finna olju har verða mettir sera góðir, eru síðani kunnað av myndugleikunum um danska/føroyska skrivið. Tey verða eisini spurd, um hetta fær tey at taka umsóknirnar til nýggju økini aftur. Og øll svara tey, at tað eru tey ikki.
Ein talsmaður fyri DTI, ta bretska handils og ídnaðarmálaráðið sigur við Press & Journal, at heldur ikki bretska stjórnin er sinnað til at steðga lisensrunduni í økinum. -Vit halda ikki, at nøkur løgfrøðilig heimild er í tí føroyska ?kravinum?.
Hvørki váttar ella avsannar
Vit hava spurt Árna Olafsson, hvat hann hevur til at siga um gongdina í málinum. -Eg vil hvørki vátta ella avsanna hetta málið.
Hann sigur, at spurningurin um, hvørjar linjur ella potentiellar kravlinjur partarnir hava, hevur verið dult sum nærum ?mansmorð? í samráðingunum og tí vil hann heldur ikki úttala seg um, antin føroyingar hava framsett eina linju, sum gongur inn í teir blokkarnar ella skila sær rætt til einaferð í framtíðini at gera tað.
Árni Olafsson vil heldur ikki avsanna, at tað kann vera nakað um hesi tíðindini, tí slíkt kemur heldur ikki av ongum. Keldan til hetta eru jú oljufeløgini, sum hava fingið fyrispurning frá myndugleikunum.
Soleiðis sum Sosialurin skilur málið, so hava føroyingar tikið tað fyrivarni, at vit vilja ikki útiloka, at vit gera krav uppá økið, sum bretar hava boðið út til oljuleiting, um talan verður um eitt sakarmál.
Nýggir føroyskir tónar
Meðan føroyingar higartil hava sett fram krav um at brúka miðlinjuna, tvs. fiskimarkið sum undirgrundarmark, so er hetta nakað nýtt, at vit nú eisini skila okkum rætt til at kanna okkum øki eystan fyri verandi fiskimarksmiðlinju. Hetta hevur so aftur nakað við tað at gera, at partarnir eru ikki samdir um, hvar fiskimarkið og fyri tað undirgrundarmarkið gongur, tí ósemja er um, hvørji grundlinjupunkt skulu brúkast til áseting av marki.
Ein kann siga, at blíva bretar við til at seta krøv sjálvt innan fyri teirra egnu versión av okkara fiskimarki og grundgeva hetta við hálvari vekt til týðandi oyggjar í Føroyum og hvørt av sínum, so kann tað hugsast, at føroyingar fara at hyggja seg eitt sindur betur um og spyrja, hvað tað eru fyri oyggjar, sum bretar byggja sína fullu vekt á.
Sum Sosialurin skilur og tulkar (fyri egnu rokning) málið, hevur talan higartil verið um ymsar hólmar, men tað finnast eisini aðrar oyggjar, sum heldur ikki eru serstakliga stórar og fólkaríkar ella sum kunnu samanberast við t.d. Suðuroynna.
Bretar sett seg sjálvar í løgna støðu
Blaðið hevur skilt málið soleiðis, at um føroyingar skulu til at ganga inn fyri tí bretsku uppfinningini, sum er at geva hálva og kvarta vekt til oyggjar, so kunnu teir fáa nýggjar útgávur av fiskimarkinum, sum í hvussu er ganga inn í annan av teimum umtalaðu blokkunum.
Støðan hjá føroyingum hevur verið og er tann, at báðir partar eru bundnir av tí ?notuútveksling? um fiskimark frá 77-78, sum hevur verið millum partarnar, og at bretar í hvussu er eru bundnir av teirra egnu versión av fiskimarkinum.
Men er tað so, at annar parturin ikki vil vera bundin av tí, so má hann eisini góðtaka, at hin parturin heldur ikki vil vera tað. Og nettup tí hava føroyingar tikið umrødda fyrivarni.
Keldur Sosialurin hevur tosað við siga, at bretar við sínum útspæli hava víst, at teir eru tann ?áleypandi? parturin, meðan føroyingar nú hava svarað hesum álopi aftur við at taka fyrivarni í nettup sama øki. Uppá ein hátt kann ein siga, at vit eru í defensinum, tó at vit kortini við hesum fyrireika okkum til ein møguligan framtíðar samanbrest (te. sakarmál) Tað áhugaverda við hesum er, hvat bretar fara at gera í einum øki, sum føroyingar ikki útiloka, at teir fara gera krav uppá! Tað er eisini greitt, at eitt slíkt einvíst bretskt stig kann vera útslagið til, at málið antin fer beinleiðis til politiska viðgerð ella tað endar við dómstólin.