Oljuprísurin fer at ferfaldast

- Hækkandi oljuprísirnir fara at leggja eitt stórt trýst á føroyska búskapin. Longu nú innflyta vit olju fyri eina slaka miljard krónur, sum er 20-25% av samlaða innflutninginum. Vandi er fyri, at oljuprísurin í minsta lagi fer at ferfaldast næstu átta árini. Tí mugu vit leggja okkum eftir varandi orkukeldum – og neyðugt er at byrja nú, sigur Magni Laksáfoss, landsstýrismaður

Oljuprísir

 

Olja er ein so týdningarmikil og altavgerandi partur í einum samfelag, bæði á sjógvi og landi. Ikki minst hjá okkum føroyingum, sum í stóran mun virka og liva í fiskivinnuni. Fiskiflotin er stórur oljuslúkur, og vit hava eisini virkir á landi, sum krevja nógva orku í sínari framleiðslu.

Seinastu árini eru olju-og bensinprísirnir nógv øktir, og hetta hevur tyngt um hjá bæði vinnulívi og húsarhaldum.

Í sambandi við viðgerðina á tingi í gjár av løgtingsfíggjarlógini, nam landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Magni Laksáfoss, við útlitini fyri oljuprísunum í framtíðini.

Hann segði, at hóast spádómarnir hjá serfrøðingum eru ymiskir, eru hesir tó samdir um, at oljuprísirnir upp á longri sikt fara at økjast – og økjast nógv.

Orsøkin er, at oljuframleiðslan í heiminum helst fer at “toppa” í árunum millum 2010-2016, samstundis sum eftirspurningurin økist nógv. Tá útboðið stagnerar, og eftirspurningurin veskur, fara prísirnir upp. Tað er serliga í asiatisku londunum, Kina og Indiu, at eftirspurningurin eftir olju veksur lutfalsliga nógv. Vinnan í hesum londum er í menning, og tá fólk fáa meira pening um hendi, veksur eisini ferðslan.

Magni Laksáfoss, landsstýrismaður, sigur í stuttari viðmerking við Sosialin í morgun, at tað ikki er vist, at oljuprísirnir beint fyri framman fara at økjast.

- Stóra fallið í amerikanska dollaranum og bústaðarkreppan í USA kunnu gera, at prísirnir í fyrstu syfti fara at lækka.

Hinvegin er semja millum serfrøðingar um, at “trendi” í tíðini, sum kemur, er, at vit fara at fáa nógv hækkandi olju-og bensinprísir.

- Eitt, sum kann henda, tá oljan gerst ovurhonds dýr, er, at eftirspurningurin kann “oyðileggjast”.

Magni Laksáfoss tekur eitt dømi við føroyska upsaflotanum.

- Hesi skip brúka nógva olju, samstundis sum tey fiska eitt lutfalsliga bíligt fiskaslag. Oljan kann gerast so dýr, at tað ikki loysir seg at loysa hendan partin av flotanum. Tá kunnu vit siga, at eftirspurningurin “oyðilegst”, tí hesin parturin av vinnuni ikki er førur fyri at yvirliva við verandi prísum.

Landsstýrismaðurin vísir á, at tað sama kann henda í vinnuni í eitt nú Kina og Indiu, men so sanniliga eisini í øðrum londum.

- Spurningurin er, hvussu leingi vinnulívið megnar at liva við so høgum oljuprísum, og tí er tað eisini ein spurningur, hvussu langt upp oljuprísurin sleppur, sigur Magni Laksáfoss.

 

Setir stór krøv

Á tingi í gjár vísti landsstýrismaðurin á, at oljuprísurin fer at seta stór krøv til fíggjarlógina næstu árini.

- Stórt trot er longu á olju. Oljuframleiðslan økist ikki nógv, men eftirsspurningurin økist í stórum. Nógv boð eru uppá, hvussu gongdin verður.

Magni Laksáfoss vísti á tingfundinum á, at eitt tað mest áhugaverda boðið upp á gondina í oljuprísunum er komið frá Simmons & Company International, ið er størsti íløgubanki í heiminum, sum setir pening í orkukeldur.

- Matthew Simmons, stjóri í íløgubankanum, metir, at fyri 2015 er oljuprísurin komin upp á 350 dollarar fyri tunnuna. Í dag er hann 80 dollarar, og tað halda vit vera nógv.

Magni vísti á, at Matthew Simmons helst er tann í øllum heiminum, sum hevur besta innliti í gongdina, men annars siga aðrar metingar, at oljuprísirnir fara at hækka uppaftur meira.

- Hetta fer at leggja stórt trýst á føroyska búskapin. Longu nú innflyta vit olju fyri eina slaka miljard krónur, sum er 20-25% av samlaða innflutninginum. Halda metingarnar hjá Simmons & Co, fer oljuprísurin í minsta lagi at ferfaldast tey næstu átta árini. Hetta fer bæði at ávirka fíggjarlógina og mátan, vit leggja fíggjarlógina til rættis.

Landsstýrismaðurin segði, at neyðugt verður hjá okkum at hugsa um aðrar orkukeldur enn olju, helst varandi orkukeldur.

- Neyðugt er at byrja nú. Tí verður neyðugt at stinga ein politikk út í kortið, har vit leggja um til varandi orku, segði hann.

Magni Laksáfoss skjeyt upp á tingfundinum í gjár, at rentustuðulin verður avtikin, og at landskassin heldur gevur húskjum stuðul til bjálving, sólorku, hitapumpur og aðra møguliga orku.

- Vit eiga eisini at leggja um til ein

politikk sum ger, at skipini brúka minni orku, segði landsstýrismaðurin á tingi í gjár.