Sambært Reuters er prísurin á Brent-ráolju hækkaður við nærum trimum prosentum. Tíðliga týsmorgunin kostaði eitt fat 84,80 dollarar, meðan amerikanska WTI-ráoljan var komin upp á 79,84 dollarar.
Hækkingin kemur, eftir at USA hevur boðað frá, at landið tekur uppaftur sjóblokaduna móti Iran. Samstundis eru álopini í og kring Hormuzsundið herd, og tað hevur skapt ótta fyri, at orkuveitingarnar verða órógvaðar.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðaði mánadagin frá, at USA aftur fer at steðga iranskari skipaferðslu. Hann segði eisini, at USA eigur at fáa gjald fyri at verja Hormuzsundið.
Iran hevur síðani svarað aftur við álopum á amerikanskar herstøðir í Miðeystri.
– Seinasta herðingin hevur greitt økt um vandan á marknaðinum. Hóast Hormuzsundið ikki er stongt, er óvissan um oljuveitingarnar vorðin nógv størri, sigur marknaðargreinari Tim Waterer hjá KCM Trade.
Undir álopunum í nátt vórðu eisini tvey tangaskip úr Sameindu Arabisku Emiratunum rakt av iranskum missilum í Hormuzsundinum. Eitt indari doyði, og átta onnur vórðu særd.
Sambært Reuters var talið av tangaskipum, sum fóru gjøgnum Hormuzsundið seinasta samdøgrið, tað lægsta í tveir mánaðir.











