Higartil hevur Kylian Mbappé hjá Fraklandi skotið átta mál í HM-endaspælinum. Jude Bellingham hjá Onglandi hevur skotið seks mál, og Vinicius Jr. hjá Brasil megnaði at skjóta fýra mál. Harumframt megnaði Arda Güler hjá Turkalandi at skjóta eitt mál.
Felags fyri hesar fýra leikararnar er, at teir umboða allir spanska høvuðsstaðarfelagið, Real Madrid.
Tað merkir, at leikarar hjá Real Madrid hava higartil skotið 19 mál í hesum HM-endaspælinum, og er talan um met.
Gamla metið við 18 málum í einum HM-endaspæli deildu Paris Saint Germain í 2022, Bayern München frá 2014, og Honved Budapest frá 1954.
Kylian Mbappé og Jude Bellingham hava tveir dystir eftir, hálvfinalu og finalu ella bronsudyst. So teir kunnu útbyggja serliga HM-metið hjá Real Madrid.











