Rættiliga orðadráttur tók seg upp á tingi mikudagin, tá løgmaður svaraði tveimum munnligum fyrispurningum frá Maritu Petersen, tingkvinnu hjá javnaðarflokkinum.
Hon spurdi løgmann, hví hann hevði koyrt Árna Olafsson frá sum formann í Oljuráðleggingarnevndini og hvussu tað er sambarligt við góðan umsitingarsið, at aðalstjórin í vinnumálastýrinum er formaður í Oljuráðleggingarnevndini og hvørjar ætlanir løgmaður hevur við hesi nevnd!
Løgmaður svaraði , at tað um eina tíð kanska ikki er brúk fyri Oljuráðleggingarnevndini, tí nógv av vitanini nú er savnað í umsitingini í landsstýrinum.
-Størsti parturin av fyrireikingararbeiðinum til eina oljuleiting er gjørdur. Tann parturin, sum er eftir men sum er komin væl áleiðis, er skattaparturin, sum Petur Alberg Lamhauge beinleiðis skal umsita og hava ábyrgdina av, sum tann hægsti umsitingarligi stjórin í landsstýrinum. Tað er heilt náttúrligt á hesum støðinum, har viðurskiftini skulu samskipast, soleiðis at umsitingin fær tað at virka, sum ein setur í verk. Petur Alberg Lamhauge skal tí vera við í tí síðsta partinum av arbeiðinum hjá nevndini.
Løgmaður segði, at tað er eins týdningarmikið, at vinnumálastjórin verður hægsti embætismaðurin, tá tað kemur til tann partin, sum hevur við útbjóðingina at gera.
-Alt er við at verða komið undir land og skal nú sambindast við umsitingina. Tað vil vera heilt náttúrligt at teir báðir embætismenninir, við ábyrgd fyri hvør sínum øki, luttaka í tí síðsta partinum, sum er at knýta hetta til umsitinina og fáa tað at virka.
Løgmaður vísti annars á, at alsamt meira vitan um oljuvinnu og oljuvirksemi nú er savnað í oljumáladeildini í vinnumálastýrinum. Tað verður eisini oljumáladeildin, sum kemur at standa fyri og hava ábyrgdina av 1. útbjóðingarumfarinum, og tað er tí náttúrligt, at fólkini har fáa ein alsamt størri leiklut í tí arbeiði, sum skal gerast í hesum sambandi.
Oljumáladeildin størri leiklut
Løgmaður segði annars, at tað eru ongar ítøkiligar ætlanir um at niðurleggja Oljuráðleggingarnevndina, tó má ásannast, at tá umsitingin hevur tilegnað sær ta vitan, sum Oljuráðleggingarnevndin hevur, so kundi hetta verið ein grundgeving fyri at tikið av Oljuráðleggingarnevndina. Tað er tí ikki óhugsandi, at høvi verður til at meta um, hvussu ráðgevingin hjá oljumáladeildini í vinnumálastýrinum sum heild skal vera framyvir. Soleiðis at ein ístaðin fyri at hava eina oljuráðleggingarnevnd, sum hevur eina bundna uppgávu, fær ymsar rágevarar til at loysa einstakar uppgávur fyri oljumáladeildina, tvs. uppgávur, sum oljumáladeildin ikki hevur førleika til at loysa.
Ikki reint mjøl
Fleiri tingmenn tóku orðið og funnust at løgmanni í hesum máli. Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins rósti Árna Olafsson fyri sítt arbeiði í Oljuráðleggingarnevndini og vísti m.a. til seinastu frágreiðingina frá nevndini, sum er eitt dygdargott arbeiði.
-Allir tingmenn kenna seg tryggar við tað arbeiði, sum Oljuráðleggingarnevndin hevur gjørt og við ta leiðslu, sum nevndin hevur havt.
Nú mugu vit so staðfesta, at løgmaður hevur sagt upp formannin. Tað, sum vit mugu biðja til, er, at hetta ikki fær víðari fylgjur fyri hansara starvsøki innan føroyska umsiting, nevniliga sum samráðingarleiðari. Eg haldi løgmaður spælir eitt ótrúliga høgt spæl í hesum leikinum. Ein má biðja til, at Árni Olafsson vísir so mikið av stórsinni, at hann ikki tekur sær nær av klossuta mátanum hjá løgmanni at viðgera viðurskiftini uppá.
Henrik Old úr javnaðarflokkinum vísti somuleiðis á tað stóra arbeiði, sum Árni Olafsson hevur gjørt fyri at fáa okkum góðar avtalur við onnur lond. Hann spurdi, um Árni Olafsson, nú hann skal vera samráðingarleiðari burturav, hevur fingið meira mandat til at samráðast við bretar. Tingmaðurin spurdi somuleiðis løgmann, hvønn leiklut uttanlandsnevndin hevði í øllum hesum málinum.
Heine O. Heinesen úr tjóðveldisflokkinum spurdi, hvønn Vinnunevndin skal tosa við frá Oljuráðleggingarnevndini, tá hon viðger uppskotið til oljulóg. Hvør møtir upp í Vinnunevndini sum fomaður, tá nevndin kallar oljuráðleggingarnevndina til fund, Árni Olafsson ella nýggi formaðurin spurdi tingmaðurin og helt tað lukta ikki sørt av politikki, sum nú kom fram. Hann helt tað vera náttúrligt, at Árni Olafsson møtti vegna Oljuráðleggingarnevndina, nú hann hevði ført pennin í tí frágreiðing, sum er gjørd.
Løgmaður svaraði, tað verða teir, sum politiskt hava ábyrgdina av hesum, sum møta í Vinnunevndini, tvs. landsstýrismaðurin á økinum, og tað vilsiga løgmaður sjálvur, umframt embætismenn hansara.
Nú Árni Olafsson er settur frá sum formaður í Oljuráðleggingarnevndini (hann skal sambart løgmanni burturav taka sær av marknamálinum) so eru tað hesir fýra, ið meira ella minni koma at standa fyri oljumenningini í Føroyum. Frá. vinstru Martin Heinesen, sum stendur á odda fyri tí jarðfrøðiliga partinum, Arne Poulsen, ið sum Vinnumálastjóri er næsti maður løgmanns í oljumálum, Herólvur Joensen, sum er leiðari fyri Oljumáladeildini og síðani Edmund Joensen, løgmaður, sum umsitur oljumál. Mynd Jens K. Vang