Oljureinsiverk í Abu Dhabi steingir eftir dronuálop

- Tað er eldur í nærindis verkinum, sum er eitt av heimsins størstu, siga myndugleikarnir í Sameindu Arabisku Emiratunum

Stóra oljureinsiverkið Ruwais í Abu Dhabi hevur latið aftur eftir iranskt dronuálop.

 

Abu Dhabi er í Sameindu Arabisku Emiratunum, og her hava verið fleiri iransk álop, síðan USA og Ísrael lupu á Iran.

 

Myndugleikarnir í landinum siga, at oljureisaríið verður stongt av trygdarávum. 

 

Reuters veit at siga, at eitt dronuálop hevur verið móti einum ídnaðarøki nærindis oljureinsiverkinum.

 

- Tað er eldur í nærindis verkinum, sum er eitt av heimsins størstu, men higartil eru ongar fráboðanir komnar um persónsskaðar.