Skiljiskipan
Á Faroe Maritime Technic í Vági, hava tey hesa síðstu vikuna gjørt kláran ein ”Oil Conveyor ” at senda til Kina. Tað er Thor Fisheries í Hósvík, sum hevur bílagt hesa skipan til verksmiðju-trolarin ”Athenu”, sum í løtuni er til umvælingar í Kina. Hjá Thor hugsa tey grønt og vilja í hesum sambandið í hægsta mun stuðla føroyskum vinnulívi, við t.d. at keypa trolútgerð frá Vónini, orkusparandi lemmar frá Rock Trawldoors, oljuskiljiskipan frá Faroe Maritime Technic, og annars nýta føroyskar veitarar.
Á Faroe Maritime Technic eru tey sera væl nøgd við, at føroysk reiðarí vilja vera millum tey fyrstu at fáa bast oljutrupuleikanum á hendan hátt. Báðir partar er væl nøgdir við sáttmálan og Thor væntar, at kostnaðarstøði á innlating av oljudálkaðum vatni fer at lækka munandi. eftir at skipanin er ísett.
Arbeitt verður við at fáa tungoljuna brenda umborð til m.a. upphitan. Tað verður arbeiðsfólk frá Faroe Maritime Technic, ið fara til Kina at íseta skipanina og tryggja, at alt virkar sum tað skal. Onnur føroysk reiðaríir vísa eisini skipanini áhuga, verður sagt á Faroe Maritime Technic .
Søluarbeiði byrja av álvara
- Síðani skipanin varð víst fram á Danfish messuni á Aalborg, er áhugin fyri skipani vaksin munandi. Fyrispurningar um skipanina koma úr øllum skandinavia og í næstum verður farið til Íslands, Finnlands og Noreg , har sølufólk hava bjóðað okkum at vísa skipanina fram, sigur Kaj Joensen, ið hevur ment skipnanina, ið tekur upp olju úr kjølinum á skipum.