Nú verður ólógligt at koyra við summardekkum um veturin
Frá sunnudegnum til 30. Apríl verður bannað at koyra við summardekkum í Føroyum
Nú hevur Johan Dahl, landsstýrismaður, sett nýggja kunngerð í gildi, sum ber í sær, at hereftir verður koyring við summardekkum avmarkað á vetrartíð
- Endamálið er at økja ferðslutrygdina sigur Johan Dahl og hann vónar samstundis at færri ferðandi verða fyri ferðsluóhappum og álvarsligum ferðsluvanlukkum.
Eftir nýggju kunngerðini verður bannað at koyra við summardekkum frá 1. desember til 30. apríl, tá ið tað er hált. Men er tað hált, er kortini loyvt at koyra við ketum, eisini á summardekkum.
- Sostatt kunnu bilførarar hava summardekk undir bilinum frá 1. desember til 30. apríl, men tá ið tað er hált, er ikki loyvt at nýta akfarið við summardekkum.
- Við hesum koma Føroyar upp í bólkin av norðurlondum, har øll, uttan Danmark, krevja, at bilførarar í minsta lagi brúka vetrardekk tá ið vandi er fyri hálku. |