Poppbólkurin One Direction er á konsertferð kring heimin í løtuni, men ein av sangarunum er nú farin av tokinum.
Zayn Malik hevur fingið strongd og hevur tí tikið steðg frá framførslunum hjá bólkinum. Bólkurin sigur, at teir ynskja Zayn góðan bata, og teir halda fram at hava sínar konsertir.
Slatur gongur um, at tað eru persónligir trupulleikar í forholdinum til unnustuna Perrie Edwards, sum gera at 22 ára gamli Zayn ikki fær savna seg um tónleikin.
Zayn Malik vónar, at hann kann aftur verða við í framførslunum hjá One Direction um eina tíð.