Tað sigur liðskiparin hjá KÍ, Tórur Justesen, um steypafinaluna hjá U18 dreingjum móti EB/Streymi, sum endaði við 3-1 sigri til KÍ.
KÍ var favorittur undan finaluni, men tað var ikki meir enn akkurát, at KÍ fekk knúgvað EB/Streymi. KÍ kom annars á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, men megnaði ikki at útbyggja leiðsluna.
- Vit taka ov lætt upp á tað og lova teimum inn í aftur dystin. Vit skulu skora málið til 2-0, men tað klára vit ikki og tað blívur óneyðugt spennandi, sigur Tórur Justesen, liðskipari hjá KÍ.
Í seinna hálvleiki misti KÍ tamarhaldið á dystinum og EB/Streymur javnaði og hótti eins og KÍ við góðum álopum.
- Vit enda við at renna ótrúliga nógv eftir ongum. Tað kostar nógva orku og vit valdu at seta David Langgaard inn, sum ikki hevur spælt so nógv í ár vega skaða. Vit vita hvat hann kann og kemur inn og vendir spælinum, sigur Oddur Olsen, venjari hjá KÍ.
Tað endaði tó við, at KÍ livdi upp til leiklutin sum favorittur. KÍ hevði meiri orku, meðan fleiri spælarar hjá EB/Streymi endaðu við at fáa krampa.
- Vit geva ongantíð upp. Vit renna allatíð eftir teimum og tá tað gongur illa, so blíva vit við at trýsta teir, sigur Tórur Justesen.
Tá samanumkom var talan um eina spennandi finalu. Sundalagsmenn kunnu verða ernir av sínum avrikið, men tað var akkurát ikki nokk til at koppa favorittunum úr KÍ.
- Tað er altíð spennandi, tá tú endar við at spæla 120 minuttir. Hjartarútman er nakað óstøðug seinasta hálva tíman, men við góðum monnum sum Tóruri Justesen og øðrum, so visti eg at vit høvdu tað, sum skuldi til at vinna. Eg haldi eisini at tað var rætti vinnarin, sigur Oddur Olsen at enda.
KÍ hevur sostatt vunnið báðar steypafinalurnar í kvøld.
Samrøðan við Oddur Olsen og Tórur Justesen kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.