Onga hjálp frá Helle

skapin, sum frætt­ust av Christ­i­an­s­borg mik­u­kvøld­ið, tá Helle Thorn­ing-Schmidt, for­sæt­is­ráð­harri, í sam­bandi við mál­ið um møg­u­lig til­tøk frá ES mót­veg­is Før­oy­um, staðfesti, at støð­­an er »ó­­hepp­in og be­­klag­­ilig« fyri rík­­i­s­­fel­­ags­­skap­­in og at rík­­is­­fel­­ags­­skap­­ur­in vigar tungt.

Tað vóru ikki góð tíðindi fyri før­oyska samfelagið og bú­Tað vistu øll framm­an­und­an, hóast onkur kanska hevði vónað, at hon fór at rætta føroyingum eina hjálp­­andi hond.
Men danska upp­sjóv­ar­vinn­an er stór, og hon sær eina hóttan frá før­oy­ing­um. Tá so fleiri av nevnd­ar­lim­u­num í Danmarks Pelagiske Pro­du­cent­org­a­ni­sa­tion eru føroyingar – har­av onkur við stórum fíggj­­ar­lig­um áhugamálum í Fø­r­oy­um, so ger tað ikki støð­una frægari. Tí vit vita, at uppsjóvarvinnan í Dan­mark leggur stórt trýst á stjónina um at kúga før­oy­ing­ar.
Fólkatingsmenninir mugu vera í døpurhuga. Mun­­urin teirra millum er, at Sjúrð­ur Skaale hevur á­virk­an á stjórnina, tað hevur Ed­­mund Joensen ikki.
Sjúrður Skaale hevur sagt, at hann kann brúka sítt mandat at leggja trýst á stjórn­ina – og enn­tá vera við til at taka stuð­ul frá stjórn­ini, so hon miss­ir meir­i­lutan, um hon a­r­beiðir í­móti føroyskum á­hug­a­mál­um.
Eru vit ikki við at vera har, Sjúrður?