? Tað kann ikki vera nakað nýtt, hvørki fyri Føroya fólki ella fyri Føroya Løgtingi, at eg eri dóttir pápa mín. Eg kann ikki taka støðu til, um eg eri gegnig ella ikki gegnig. Men eg kann siga so mikið, at tá eg varð biðin um at taka hetta starvið upp á meg av teirri samgonguni, sum tá sat, ivaðist eg, um eg skuldi taka av.
Hetta sigur Helena Dam á Neystabø í viðmerking, nú ivi verður reistur um hana sum eygleiðara.
? Eg visti, at hetta fór at hava nógv arbeiði við sær, og fór tí og spurdi allar flokkar, um teir hildu, at eg var tann rætta. Eg fekk positivt játtað frá øllum, at tey, sum bóðu meg átaka mær starvið, ikki hildu tað vera nakran trupulleika, at eg var dóttir pápa mín.
Helena Dam á Neystabø vil ikki siga, at málið um gegnið hjá Michael Rekling heldur ikki hevur nakað upp á seg.
Vildi hava
spurningin svaraðan
? Vit sum eygleiðarar vilja ikki leggja okkum út í tað málið - tí tað eru ikki vit, sum skulu taka støðu til tað. Men vit kunnu sjálvandi harmast, at ivi nú er reistur um bankakanningina, og vit kunnu bert vísa til løgmálaráðið og landsstýrið.
? Vit bóðu løgmann seta spurningin fram fyri løgmálaráðnum. Tað gjørdi løgmaður, og vit hava fingið svarið, har víst verður á, at løgmálaráðið visti av sambandinum millum Michael Rekling og Den Danske Bank, sigur Helena Dam á Neystabø, sum leggur afturat, at hetta var tann spurningurin, sum hon legði størstan dentin á at fáa svaraðan.
? Tað er ikki spruningurin, um vit eru nøgd við svarið, ella ikki. Vit skulu bara gera okkara arbeiði, sum er at eygleiða. So er tað upp til landsstýrið, um tað er nøgt við svarið frá løgmálaráðnum ella ikki.
Eg skal ikki bakka
? Men er tað hugsandi, at Helena Dam á Neystabø fer at taka sama stig, sum Michal Rekling, og siga seg frá sum eygleiðara - fyri at bjarga trúvirðinum hjá kanningini?
? Eg haldi ikki, at eg skal bakka sjálv, tí tað er einki nýtt komið fram um spurningin viðvíkjandi mær. Eg sigi meg ikki frá uttan so, at tann myndugleikin, sum hevur sett meg, krevur tað.
Annars hevur Helena Dam á Neystabø ikki hug at gera viðmerkingar til gitingar um, hvat kann henda víðari í hesum máli, tí so veit hon ikki, hvar hon endar.
Ikki ávirkan á hvussu kanningin fer fram
? Eg eri biðin um at gera hetta arbeiðið, og tí tryggjaðaði eg mær framman undan, at allir flokkar kundu góðtaka meg sum eygleiðara. Hetta sum nú kemur fram hevur esini verið frammi fyrr, bæði í útvarpi og sjónvarpi.
? Men tú heldur sjálv ikki at tað er nakar trupulleiki, at tú sum eygleiðari skalt fylgja við, tá pápi tín verður avhoyrdur?
? Nei, vit hava ikki hildið tað vera nakran trupulleika. Vit hava onga ávirkan á, hvussu kanningin fer fram
Hóast føroysku eygleiðararnir skulu koma við einum úttalilsi aftan á at kanningin er liðug, heldur Helena Dam á Neystabø framvegis ikki, at hetta er nakar trupulleiki